Politikararnir fordøma drápsroyndina

Umboð fyri allar teir politisku flokkarnar í Danmark fordøma drápsroyndina ímóti Lars Hedegaard.

-Tað er greitt, at eg fordømi eitt álop á Lars Hedegaard hvassliga, sigur Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri. Hon leggur afturat, at var álopið ein roynd at fáa Lars Hedegaard at víkja frá sínum tali- og skrivifrælsi, so er málið sera álvarssamt.

Rættarpolitiski framsøgumaðurin hjá Vinstra, Karsten Lauritzen, sigur, at eingin kann gera annað enn at taka stóra frástøðu frá tí, sum eftir øllum at døma var ein roynd at myrða Lars Hedegaard.

Johanne Schmidt-Nielsen í Eindarlistanum sigur, at var meiningin við drápsroyndini politisk, er hendingin ein vanlukka.

-Tað er grundleggjandi fyri eitt demokratiskt samfelag, at vit kunnu hugsa, halda og siga tað, sum okkum lystir, uttan at vit skulu stúra fyri lívinum, skrivar hon á Twitter.