Talv
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Teir fimm føroyingarnir, John Arni Nilssen, Flóvin Tór Næs, Ólavur Simonsen, Finnbjørn Vang og Rani Baldursson royna sítt flog í hesum døgum í Keypmannahavn, og hjá teimum flestu hevur hilnast óføra væl.
Sjey av ellivu umførum eru leikt í tí siðvandu talvkappingini, har heili átjan stórmeistarar, og fleiri altjóða meistarar í ár royna seg í danska hitanum. 197 telvarar luttaka. Á www.politikencup.dk er møguligt at fylgja við, og á www.faroechess.com skrivar Ólavur Simonsen um føroysku gongdina.
Finnbjørn legði bestur út
Longu í fyrsta umfari fingu vit eitt óvæntað føroyskt úrslit tá Finnbjørn ikki gjørdi mætari enn at vinna á tí sera rutineraða og sterka dananum IM Bjørn Brinck Claussen. Síðani hevur Finnbjørn hildið gongdina við góðum úrslitum móti nógv sterkari mótstøðu.
John Arni og Ólavur hava til felags, at teir hava fingið javnleikir móti stórmeistarum. Serliga John Arni vísti tenn við sínum javnleiki móti GM Tiviakov (2628!), men javnleikurin hjá Ólavi við svarta fólkinum móti GM Kallio (2501) er sanniliga eisini høgt í metum. John Arni hevur staðið seg væl í kappingini, og hevur møtt fleiri tittulhaldarum og hóast hetta hevur hann fleiri stig enn væntað. Ólavur er eisini væl við á stigartalvuni.
Ringt er at halda stimanum. Tað má Flóvin ásannað. Fyrr í juli mánaða ognaði Flóvin sær, sum kunnugt, sum fyrsti føroyingur ein IM norm, men í Politiken Cup hevur ikki gingið heilt til vildar hjá honum. Á stigartalvuni sær gott út, men mótstøðan hevur verið væl veikari, og valla er hann nøgdur við sítt avrik higartil. Men enn resta fýra umfør í, og tí kann gongdin skjótt vendast. Trýstið á herðum hansara er sjálvsagt voksið eftir frálíka úrslitið í Týsklandi herfyri, og tað eigur ein at taka hædd fyri.
Ungi klaksvíkingurin Rani Baldursson, hevur fingið vind í seglini seinastu tvey umførini við tveimum sigrum móti væl sterkari mótstøðu. Hann fekk annars eina misjavna byrjan, men hevur síðani telvað seg heitan.
Støðan eftir sjey umf. :
1-4 GM Volokitin 6 stig
GM Turov 6
GM Ward 6
GM Tiger 6
.
.
29-49
John Arni Nilssen 4,5
Flóvin Tór Næs 4,5
50-81
Ólavur Simonsen 4
113-140
Finnbjørn Vang 3
Rani Baldursson 3
Besta møguleika at skora sær ein IM norm, hevur John Arni. Tó er vegurin enn tungur, tí bæði úrslit og mótstøða má fløska seg ótrúliga væl, um tað skal gerast veruleiki. Men vónin livur enn, og vónandi eisini hjá fremsta føroyska telvaranum í løtuni.
Íslandssúlan verður í Klaksvík
Í døgunum 15-18. august verður árliga Íslandssúlukappingin telvað í Klaksvík. Síðani miðskeiðis í 70´unum hevur kappingin annars hildið til í Havnini, men í ár lána klaksvíkingar siðvandu kappingina. Telvað verður í Ósaskúlanum.
Nógv verður gjørt burturúr kappingini, eitt nú er serlig heimasíða gjørd til tiltakið, www.talvkapping.subnet.dk/, har møguligt er at tekna seg, umframt fleiri aðrar upplýsingar eru um kappingina. Ein kann eisini tekna seg við at venda sær til Klaksvíkar Talvfelag. Tekningarfreistin er 01. august.
Úr Klaksvík frættist at virðislønirnar verða serliga góðar í ár. Eitt nú er fyrsta virðisløn 2.500 krónur, umframt at fleiri ratingvirðislønir verða givnar. Eisini ganga leysasøgur um at sterkir danskir telvarar ætla sær at luttaka, men enn kann einki sigast við vissu.
Nærri frættist um kappingina og luttakarar í august mánaða.
Talvið hesa vikuna
IM Brinck Claussen,B (2369) - Finnbjørn Vang (1937)
Politiken Cup Copenhagen (1), 15.07.2002
Spanska byrjanin
1.e4 e5 2.Rif3 Ric6 3.Bb5 a6 4.Ba4 Rif6 5.0-0 b5 6.Bb3 Be7 7.Re1 d6 8.c3 0-0 9.h3 h6 10.d4 exd4 (her vóru fleiri møguleikar hjá svørtum, eitt nú Re8, Bf8, ella Bb7 sum peikar á e4 finnuna. Finnbjørn velur at opna støðuna) 11.cxd4 Ria5 12.Bc2 c5 13.b3 Ric6 14.Ribd2 cxd4 15.Bb2 Rib4 16.Bb1 d3 17.Rid4 Bb7 18.a3 Ric2 19.Rixc2 dxc2 20.Fxc2 g6 21.Fc3 Kh7 22.b4 (hvítur hevur tí betru støðuna, men Finnbjørn trívist í tílíkum opnum støðum, og tá er hann farligur at fáast við) 22...Rc8 23.Fb3 Rih5 (Riddarin hevur beina kós móti hvítu borgini) 24.Rif3 Bf6 25.Ba2 Rif4 26.Rad1 Fe7 27.Bxf6 Fxf6 28.Rd4 Rc1 ( Finnbjør leikar ágangandfi og gevur tað eisini bonus við tað sama. Danski altjóða meistarin missur fullkomiliga vitið næstu tveir leikirnar, og Finnbjørn útnyttar sjálvsagt ørleikan) 29.Fe3? [29.Rxc1 Rie2+ 30.Kf1 Rixc1 31.Fb2 Rixa2 32.Fxa2 átti hvítur at leikt, soleiðis at hann viðhelt sín lítla fyrimun.] 29...Rxe1+ 30.Rixe1?? DIAGRAM [30.Fxe1 er einasti leikur, men eftir Rixh3 hevur Finnbjørn fyrimun] 30...Fxd4! 0-1
Diag. Eftir 30.Rixe1