NÚ sjálvstýrisflokkarnir hava spælt út við sínum fullveldi, hava verið nógvar atfinningar móti javnaðarflokkinum, tí hesin bara hevur verið ímóti uttan at seta nakað ístaðin. Nú er so uppskotið komið, og áhugavert verður at hoyra og frætta meira um innihaldið í tí. Í hesum sambandi hevur leiðslan og tingmanningin í javnaðarflokkinum gjørt av at vitja kring landið at greiða frá innihaldinum.
EIN kann nú við røttum siga, at vit hava trý boð uppá framtíð Føroya. Sjálvstýrisflokkarnir vilja fullveldi, sambandið vil samband og ongar broytingar, meðan javnaðarflokkurin vil samveldi. Eftir okkara tykki eiga at verða gjørdar broytingar í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar. Politikkur er at vilja og tora broytingar, men talan er ikki um broytingar fyri einhvønn prís. Broytingar mugu lagast til teir møguleikar, sum eru og sum koma. Og til tess at fremja broytingar, mugu vit eisini sjálvi skapa fortreytirnar. Nú vit stevna inn í eina nýggja øld er eisini avgjørt rætt at seta sær nýggj mál og nýggj stevnumið. At leggja soleiðis til rættis, at Føroyar gerast sjálvbjargnar og taka ábyrgd av egnum viðurskiftum er í okkara hugaheimi einki minni enn ein sjálvfylgja. Men einhvør broyting má byggja á grundleggjandi kanningar, og breiður meiriluti av fólkinum má taka undir við teimum.
EFTIR okkara tykki hevur sambandsflokkurin við formanni tess á odda fullkomiliga byrgt seg inni. Roknast má við, at meina sjálvstýrisflokkarnir nakað við fullveldisætlaninar og javnaðarflokkurin nakað við samveldisætlaninar sínar, so verða tað hesir flokkar, sum náttúrliga koma at mynda Føroya framtíð. Sambandsflokkurin - sær sjálvum líkur - hevur valt bara at lata standa til. Hetta er á ongan hátt haldbart, og tað er spell fyri teir mongu sambandsveljarar, sum á ongan hátt stuðla konservativu og afturhaldslíknandi linjuni hjá núverandi formanninum. At landsins elsta blað, sum oftani verður tengt saman við sambandsflokkin, í sínum oddagreinum tykist standa fyri somu kós sum formaðurin, má kennast svárt hjá teimum sambandsfólkum, sum hóast alt vilja skilagóðar broytingar.