Landsstýrismaðurin í mentamálum, Torbjørn Jacobsen, hevur eftir øllum at døma tikið málið um Múrin í egnar hendur og hevur harvið sett fakkunnleikan og myndugleikan á hesum øki, landsfornfrøðingin, til viks. Hetta er komið fram, eftir at tað tók Kommunala Eftirlitinum hálvt triðja ár ? ja, rætt varð lisið ? at viðgera kæruna hjá Føroya Fornminnissavni ímóti avgerðini hjá Kirkjubøar kommunu at krevja byggiloyvi fyri at turka og umvæla Múrin.
Landssttýrismaðurin hevur nú boðað frá, at ein nevnd skal setast, og ein arkitektakapping skal skrivast út um, hvat skal gerast við Múrin endaliga! So er spurningurin, um henda nevndin so skal hava valdið oman fyri myndugleikan á hesum øki? Ella hvussu hevur landsstýrismaðurin hugsað sær, at vald og kompetansa skal býtast?
Nú eru meira enn fýra ár síðani, at Føroya Forn-minnissavn gav út eina frágreiðing um Múrin og hvussu hann skuldi turkast og umvælast. Til hetta arbeiðið hevði Savnið brúkt fleiri av fremstu serfrøðingunum í Norðurlondum. M.a. ein av fremstu monnum innan varðveitingarøkið, danan Søren Abrahamsen. Í fyrstu atløgu varð mælt til at turka Múrin, umvæla hann og gera eina kanning um støðuna og møguleikar. Og síðani nevndi arbeiðsbólkurin møguleikan at skriva út eina kapping um, hvussu Múrurin møguliga skuldi síggjast út. Dentur varð lagdur á, at henda raðfylgja varð fylgd, tí ringar royndir eru frá fyrst at skriva út eina arkitektakapping.
Men um somu tíð kom ein arbeiðsbólkur, serliga við fólki úr Kirkjubøar sókn, við einum uppskoti, sum Palli Gregoriussen, arkitektur, hevði gjørt um at inniloka Múrin. Líkt varð til, at landsstýrismaðurin, sum tá sat, varð hugtikin av hesum uppskoti, og sperðil kom í málið. Tann ivingarsama avgerðin hjá bygdarráðnum hevur forhálað málið og nú benda útmeldingarnar í málinum á, at málið helst verður drigið uppaftur longur út, hóast fremstu menn á hesum øki hava verið uppi í frammanundan.
Vit hava eina lóg á hesum øki, fornminnalógina. Vit hava ein stovn við fakkunnleika, Føroya Fornminnissavn. Vit hava ein myndugleika, landsfornfrøðingin. Men vit hava eisini ein landsstýrismann, sum nú tykist vera komin undir eitt ella annað trýst, har møguliga lokal og politisk áhugamál bráddliga tykjast koma fram um lóg, myndugleika og fakkunnleikan á hesum øki! Sami maður vil hava skilnað millum landsstýrismanin og kringvørpini. Vit hava mett, at hann hevur tikið eina skilagóða støðu í tí málinum, men kunnu ikki siga tað sama í Múramálinum, har vita seta spurnartekin við ta mannagongd, sum landsstýrismaðurin hevur valt.