Bogi Eliasen
cand.scient.pol
????????????
? Eg eri ikki so sannførdur um, at tað er rætt at gera kvotuskipanir fyri at fáa fleiri konufólk í politikk. Betri er at hugsa um útbúgving og betri umstøður. Vit hava brúk fyri at hava politikk sum lærugrein í fólkaskúlanum, hetta fyri at kveikja áhugan hjá ungum fyri politikki. Harafturat hava vit brúk fyri at, Løgtingið hevur skeið fyri fólki við áhuga fyri politikki, bæði ungum sum gomlum eins og kvinnum og monnum skrivar Bogi Eliasen í hesi Tinghelluni
Ein betri valskipan
Ein av hornasteinunum í einum fólkaræði, demokratii, er val. Valið er fólksins vald. Men hátturin vit brúka at velja politisk umboð, hevur stóra ávirkan á hvør politisk skipan er. T.d. eru sannlíkindi stór fyri, at meirilutaval í einmansvaldømum, sum vit kenna úr eitt nú Bretlandi elvir til eina tveyflokkaskipan. Lág tinggátt: at vit hava fleiri smærri flokkar og høg tinggátt: at tann minsti flokkurin ikki er heilt lítil, og elvir tað kanska til færri flokkar. Høga tinggáttin kann soleiðis krevja, at flokkarnir eru rúmligir og loyva ymsum áskoðanum, sum við lægri tinggátt kanska eru í smáum marginalflokkum, sum ikki rúm er fyri við eini hægri tinggátt. Nógvar skipanir taka hædd fyri, at øll øki í einum landi verða umboðað. Tað kann gerast sum her heima hjá okkum við valdømum. Til ber eisini at hava eina tveykamarskipan, har annað kamarið er geografiskt valt ella t.d. eittkamarskipan, tó soleiðis at ein partur av tingumboðunum verður valdur geografiskt.
Ein spurningur, sum er nógv frammi í dag, er kvinnuumboðan og hvussu fleiri kvinnur fáast á Ting og í hægri politiskar álitispostar. Skal tað vera við lóg, soleiðis at t.d. minst ein triðingur av løgtingslimunum skulu vera annað kynið, og skulu nevndar- og stjórnarsessirnir eisini hava ein býtislykil millum kynini. Ein annar møguleiki er at hava tvungnan minstapart av hvørjum kyni á vallistunum.
Soleiðis er valskipanin eitt amboð til at fáa eina ynskiliga politiska skipan og ikki eitt mál í sjálvum sær.
Men eftir mínum tykki, skal ein broyting av valskipan tengjast saman við framfarandi kommunalu broytingunum og eini nýggjari stýrisskipan. Um vallógin skal broytast, skal hon broytast sum eitt amboð til at skapa eina broyting í hvussu løgtingið virkar, og atlit skulu eisini takast til kommunurnar.
Veikir flokkar
Sigurð Joensen, sáli skal hava borið fram, at tá flokslistarnir fóru frá at verða afturlatnir til at verða opnir, at tað var mønustingurin hjá flokkunum. Ikki slepst undan, at føroysku politisku flokkarnir eru sera veikir, og at teir í hvussu so er ikki er vorðnir sterkari, síðan henda broyting bleiv framd.
Men vilja vit aftur til teir afturlatnu listarnar? Hetta hevði kanska styrkt flokkarnar, men t.d. í eini broyting til eitt valdømi, verður veljarin avmarkaður í at fáa sítt valevni inn. Tí er kanska betri at styrkja flokkarnar uppá aðrar mátar.
Kvinnur á Ting
Eg eri ikki so sannførdur um, at tað er rætt at gera kvotuskipanir fyri at fáa fleiri konufólk í politikk. Betri er at hugsa um útbúgving og betri umstøður. Vit hava brúk fyri at hava politikk sum lærugrein í fólkaskúlanum, hetta fyri at kveikja áhugan hjá ungum fyri politikki. Harafturat hava vit brúk fyri at, Løgtingið hevur skeið fyri fólki við áhuga fyri politikki, bæði ungum sum gomlum eins og kvinnum og monnum. Men her kundi serligur dentur verðið lagdur á at fáa kvinnur bæði áhugaðar í politikki og áhugaðar í at stilla upp til val. Eitt hugskot er , at kvinnur hava skeið fyri kvinnum.
Ein kvotuskipan broytir tingini her og nú, men tekur ikki atlit til langtíðar menning sum so. Meðan útbúgving, sum her, ikki við vissu kann tryggja broyting, men er ætlað sum ein langtíðarmenning. Tí er eitt hugskot at hava tíðaravmarkaðar kynskvotur t.d. 8 ella 12 ár, saman við útbúgving. Til ber ikki at tvinga konufólk at stilla upp, um tær ikki vilja, og tí er alneyðugt at fáa útbúgvingina við eisini, so at konufólkini vit á henda hátt skumpa og tvinga inn í eina skipan - sum í verandi líki ikki gevur teimum nógv rúm - eisini gevur teimum førleikan.
Í størri londum er vanligt, at flokkarnir hava skeið og útbúgvingar fyri limum sínum. Tað eru føroysku flokkarnir einahelst ov smáir til, tí meti eg, at tað er alneyðugt, at Løgtingið og fólkaskúlarnir taka hesa uppgávu á seg. Haraftrat gevur henda skipan fólki møguleika fyri at nema sær kunnleika um politik, uttan at skula vera bundin at einum flokki.
Hví Stjórnarskipan ella Grundlóg?
Okkum tørvar politiska tilvitan um vald og valdsbýti í okkara egnu skipan. Vit eru undir donsku grundlógini, men hon er serstakliga fjar í føroyska veruleikanum, og ikki kann sigast, at grundlógardagurin verður hátíðarhildin her hjá okkum. Hvørki fólkið ella politikarar hugsa í grundlógarkørmum tá nýskipanir verða framdar, um samanborið verður við eitt nú Danmark, har lógarsmíð og politisk uppaling verður framd í einum grundlógaranda. Okkum tørvar henda serliga grundlógaranda í Føroyum, okkum tørvar eitt kjak, okkum tørvar eina uppgerð um, hvussu okkara samfelag grundleggjandi skal skipast, okkum tørvar føroyskar karmar og hetta liggur í eini grundlógartilgongd, sum grundlógarnevndin nú hevur lagt upp til.
Í einari nýggjari skipan hava vit brúk fyri eini stjórnarskipan! Nógv kjak hevur verið um hvørt Føroyum nýtist eina stjórnaskip-an ella grundlóg, ella um Føroyar hava loyvi at hava egna grundlóg ella stjórnarskipan. At hetta ikki skuldi borið til, er ein miskiljing av politiskari skipan. Í t.d. USA og Týsklandi hava federalu londini egna grundlóg til tey øki tey hava valdið á, tað sama er galdandi fyri oyggjasamfeløgini í Niðurlendska Kongaríkinum, Antillurnar og Aruba. Allir flokkar á Tingi taka undir við, at okkara viðurskifti við danir eru ein avtala og ikki ein delegatión. Soleiðis eru í minsta lagi yvirtikin málsøkir undir føroyskum og bara føroyskum ræði og tí kann einki verða til hindurs fyri, at vit hava eina stjórnarskipan ella grundlóg galdandi fyri minst hesi øki.
Haraftrat tingast londini í ES í løtuni um eina grundlóg fyri samveldi, henda grundlóg fer at hava ræði yvir tí donsku grundlógini á økjum, ES skal hava yvirstatsligt vald. Og ber hetta til, hvussu í allari víðu verð kunnu vit so koma fram til, at tað ikki skal bera til at hava eina føroysk grundlóg ella stjórnarlóg? Her er eingin samanhangur í. Heimurin broytist og har mugu vit fylgja við, eins og minnast skal til, at jura einans er fastfrystur politikkur, tvs. staðfesting av politiskari semju í eini ávísari løtu og ikki ævigi sannleikin. Tí er tað helst rætt, at tað ber til at fáa 13 í eini løgfrøðispróvtøku við at tvíhalda um, at ein føroysk stjórnarlóg ikki ber til. Men henda støða tekur hvørki atlit til heimsins ella tann føroyska politiska veruleikan. Orsøkin til at yvirtaka málsøkir er, at vit, av einhvørjari orsøk, meta okkum kunnu gera tað betri við egnum loysnum. Og vilja vit hava egnar loysnir, hví so ikki hava eina grundlóg til hetta, so vit hava eina markaða grund at taka støði úr. Tað sama ger seg galdandi í mun til ES. Vilja vit ikki verða limir í ES, er tað tí at vit hava onnur virðir enn ES og meta okkum klára okkum betri við at verða uttanfyri. ES fær sær eina grundlóg til at skipa síni økir, hví skula vit ikki hava eina til at skipa okkara økir eftir okkara virðum?
Eitt valdømi
Av fleiri orsøkum er tað umráðandi at skipa Føroyar sum eitt valdømi. Vit eru eitt lítið land, og tí er alneyðugt at savna og ikki at spjaða okkara orku. Valdømir gera, at løgtingslimir mugu hugsa um sítt valdømi frammum at hugsa um alt landið, fyri at verða afturvaldir. Vit hava alla ta tíð Føroyar hava verið fólkaðar, verið spjadd orsakað av bæði veður- og landslagi. Í dag er undirstøðukervið so mikið framkomið og gott, at hetta ikki er neyðugt longur. Men, sum sagt, tað er umráðandi, at broytingin til eitt valdømi verður gjørd samstundis, sum vit fáa ein kommunalan bygnað, ið hevur orku at taka nøkur málsøki á seg. Soleiðis er tað mín meting, at eitt valdømi eisini kann gera, at flokkarnir kunnu arbeiða meiri breitt, tí allur flokkurin stillar upp í øllum landinum og soleiðis kundu valevni lagt seg eftir ávísum málsøkjum, sum ikki eru geografiskt tengd. Men eisini meti eg, at okkara skipan við valdømum ger sítt til, at tað er torført hjá kvinnum at koma framat. Valdømini eru smá og í fleiri teirra fáa flokkarnir bert eitt umboð inn á ting og oftast eru menn fremstir á listanum og soleiðis kann sigast, at menn hava fyrimun av, at landið er býtt í fleiri valdømi.
Endamálið við at umskipa í eitt valdømi er sostatt at fáa landið at virka meiri sum eina heild, og skapar hetta betri fortreytir fyri, at Løgtingið førir landspolitik. At styrkja flokkarnar og geva teimum møguleika at arbeiða landspolitiskt, umframt henda vegin at styrkja møguleikan hjá kvinnum at koma á Ting.
Eitt valdømi hevur eisini betri fortreytir fyri samstarvi fyri langtíðarætlanum millum flokkarnar. Men fyri veruliga at fáa flokkarnar at samstarva á hesum øki, er neyðugt at styrkja løgtingslimirnar arbeiðsliga. Hetta kann gerast við, at teir fáa tillutaða skrivarahjálp, t.d. eitt hálvt ársverk hvør. Nógv politisk mál eru fyri og tað er ógjørligt hjá einum fólki at vera við í øllum. Tí er neyðugt at geva tingfólki hesa hjálp fyri at fáa betri tingarbeiði. Kemur henda broyting saman við, at Føroyar verða skipaðar í eitt valdømi kann tað eisini styrkja flokkarnar, tí tað hevur betri fyritreytir fyri samstarvi.
Men hví skulu vit hava sterkari flokkar? Í verandi skipan er Landsstýrið nógv sterkari enn Løgtingið. Landsstýrið ger í stóran mun lógaruppskot. Gjøgnumarbeitt hugskot koma ov sjálvdan frá andstøðuflokkum, tí orka er ikki til tess. Landsstýrið hevur tað styrki tað skal hava, men Løgtingið er alt ov veikt, og ofta líkist tað meiri einum yvirhúsi, sum bert kann siga ja og nei, heldur ein einum lóggevandi tingi. Eitt av endamálinum at hava bæði Løgting og Landsstýri er, at tey hava eftirlit hvør við øðrum, eins og Løgtingið skal vera lóggevandi og gera karmarnar, meðan Landsstýrið skal útinna valdið innan hesar karmar. Hesa uppgávu megnar Løgtingið ikki í verandi skipan.
Niðurstøða
Samanumtikið er tað mín fatan, at vit í eini nýggjari valskipan skulu taka hædd fyri einum nýggjum kommunalum bygnaði, sum skal taka lokalpolitisku ábyrgdina á seg, meðan løgtingsval verður skipað sum eitt valdømi. Vit skulu hava meiri útbúgving um politikk. Tað skal gerast bæði í fólkaskúlunum og skeiðum, sum Løgtingið skipar fyri. Her skal m.a. serliga fokuserast uppá at fáa kvinnur í politikk. Fyri at fylgja hesum upp, gera vit eina tíðaravmarkaða kvotuskipan í 12 ár, soleiðis at hvørt kynið skal hava minst 33% av umboðan í tinginum. Tingarbeiðið verður styrkt soleiðis, at hvør tingmaður fær eitt hálvt ársverk aftrat sær, at hjálpa sær við tingarbeiðnum. Somuleiðis skal umhugsast, hvussu nógvar tinglimir Løgingið skal hava. Eru 25 kanska rættað talið? Harafturat er neyðugt, at vit fáa eina stjórnarlóg, sum m.a. skal verða grundarsteinurin, sálin og andin í okkara demokratiska arbeiði og skipan. Vónandi elvir tað arbeiði, sum Grundlógarnevndin hevur gjørt, til eina sunna grundlógartilgongd, har vit ígjøgnum kjak/ orðaskifti finna fram til eina semju um, hvørji virði okkara skipan skal byggjast á. Uttan hetta kjakið og uttan henda anda, er ivasamt, um Løgtingið nakrantíð gerst betri, tí einki felags útgangsstøði verður. Soleiðis er grundlógartilgongdin og vónandi komandi grundlógin altavgerandi fyri tað føroyska politiska medvitið.