Seta 850 milliónir krónur í vetnisætlan

Seks danskar verkætlanir skulu leita eftir pengum í felagsevropiskari pulju, sum Danmark leggur 850 milliónir krónur í.

Danski umhvørvisráðharrin Dan Jørgensen sæst her við eini elektrolysusellu á vitjan hjá Haldor Topsøe og Power-to-X-verkætlan teirra. (Arkivfoto) - Foto: Niels Ahlmann Olesen/Ritzau Scanpix

Ein stórur meiriluti í Fólkatinginum hevur avtalað, at Danmark skal seta 850 milliónir krónur í eina felagsevropiska verkætlan um tøknina Power-to-X.

 

Tað upplýsir Klima-, Energi- og Forsyningsmálaráðið í Danmark í tíðindaskrkvi.

 

Power-to-X er tøkni, sum ger, at grønur streymur úr vindmyllum og sólsellum verður brúktur til at framleiða vetni, sum kann umgerast til reint brennievni til skip og flogfør

 

Tí verður tað ofta borið fram, tá tosað verður um tøkniligar møguleikar fyri at minka um nýtsluna av fossilum brennievnum.

 

– Men eitt felags, evropiskt átak kann tí av álvara fáa tøknina upp í stigi og niður í prísi og seta ferð á grøna umskifti av eitt nú skipa- og loftferðsluni, sum ikki eins eyðsýnt kann elektrifiserast, sigur Dan Jørgensen í tíðindaskrivi.

 

Av teimum 850 milliónunum krónunum koma 240 milliónir frá longu verandi miðlum, og harvið skulu fáast til vega 610 milliónir krónur.

 

Pengarnir verða sett í dag, sum verður nevnt eitt IPCEI, sum eitt einkst akronym fyri »týdningarmiklar verkælanri av felags evropiskum áhuga« ella »Important Projects of Common European Interest«.

 

Ein IPCEI-verkætlan hevur nakrar serliga ES-reglur, tað ger tað lættari og meira fleksibult at stuðla frá statunum. Her er tað ein treyt, at tey virki, sum søkja stuðulin, eisini sjálva koma við pengum.

 

Danmark viðmælir seks verkætlanir til at fáa part av pengunum og arbeiðir við at menna Power-to-X-tøknina.

 

Millum tær seks verkætlanirnar er sambært Watchmedier ein verkætlan undir Ørsted, nevnd Green Fuels, har ætlanin er at stovna eitt elektrolyseannlegg við Avedøre Holme sunnan fyri Hvidovre eins og tvær verkætlanir í Esbjerg og eitt í Skive.

 

Verkætlanirnar kunnu fevna um alt frá nýtslu til útbreiðslu av sjálvari framleiðsluni.

 

Endaliga valið av verkætlanum verður væntandi greitt í juli.

 

/ritzau/

 

 

 

Danski umhvørvisráðharrin Dan Jørgensen sæst her við eini elektrolysusellu á vitjan hjá Haldor Topsøe og Power-to-X-verkætlan teirra. (Arkivfoto) - Foto: Niels Ahlmann Olesen/Ritzau Scanpix