Politisk opportunisma, samfelagsligt dirvisloysi og deyðilig tøgn

– Tað má sigast, at orð sum steinaldarlig og konservativ, ikki eru nær námind nóg sterk at lýsa skommina, ið er knýtt at atgerðarloysinum mótvegis brotsverkunum og drápunum í Palestina, skrivar Mathias Gaini Schou í lesarabrævi.

 

Populistiska rákið og opportunisman, ið vit seinastu tíðina eru vorðin fóðrað við, og sum vit ikki yvirraskandi uppliva at ein meiriluti av føroyingum svølgir rátt, er ein beinleiðis hóttan ímóti fólkaræðinum. Ein hóttan móti teirri samfelagsskipan og integriteti, sum vit í nógv harrans ár annars hava verið so dugnalig at rópa hart upp um - og ikki minst at taka patent uppá.

 

Vit hava reypað um at vera tey mest siviliseraðu og rættvísu. Tað sonevnda ”vesturlendska” eins og evropeiska samfelagið, eitt ógvuliga abstrakt heitið og kollektiv, sum alt ov sjáldan verður sett spurnartekin við. Vit við teimum sterku skipanunum, harav rættarskipanum og felagsskapum, ið eru til reiðar at traðka í karakter, tá ið á stendur. Ella við øðrum orðum, tá ið ósemjur stinga seg upp og kríggj brestur á.

 

Tá ið óskyldig fólk verða dripin og øll vanlig mannarættindi verða frátikin vanligum, ósekum borgarum. Tá ið menniskju verða ómenniskjansliggjørd, dehumaniseraði, uttan atgongd til vætu og føði. Uttan búgv. Og uttan samkenslu.

 

Hesar skipanir, harav evropeisku dómstólarnir, ICC, ST, ES og aðrar skipanir, verða tó gjørdar myndugleikaleysar í røðuni hjá Sjúrða Skaale, tá ið hann problematiserar kritikkin frá hesum størru felagsskapum eins og frá universitetum & lesandi í Evropa. Sjúrður pilkar retoriskt grundarsteinar í samfelagnum í pettir, tá ið hann á bestan populistiskan hátt, setir spurnartekin við hesar grundleggjandi & týðandi stovnar, í tráð við teirri frástøðu ella kritikki, sum hesir hava av framferð Ísraels mótvegis sivila fólkinum í Palestina.

 

Hann heldur á snildasta hátt fram við populistiska retorikkinum og dregur fram metaforiskar samanberingar um ljósan lyktapela, um Salman Rushdie, og velur harafturat púra tilætlað, at útiloka ein tann mest týdningarmikla – um ikki allar týdningarmesta faktorin í tráanini eftir friði í stríðnum og krígnum, nevniliga USA.

 

Tað ið verður nevnt um USA, er ein kritikkur av universitetunum – teimum vinstravendu, ið Sjúrður heldur til – og enn ein myndugleikatøka av hesum stovnum & sjónarmiðum, ið harta framferð Ísraels. Hann nevnir við ongum orðum stóru vápnaframleiðsluna, ið bæði USA, Týskland og onnur veita ísraelum. Um stóru mótmælisgongurnar við túsundatals jødum, ið venda ísraelsku stjórnini baki. Ein stjórn við rasismudømda Itamar Ben Gvir og “stolta” homofobinum, Bezalel Smotrich, ið seta týnandi dagsskránna. Saman við Benjamin Netanyahu, sum í meginpartinum av Evropa er vorðin “eftirlýstur”,  leiða hesir “ljósið” í Miðeystri, sum Sjúrður heldur til.

 

Hendan vakra lyktapelan, ið meira kann tulkast sum verandi ein deyðspeli, ið førir sivilar palestinar og børn beint í grøvina. Mest ræðandi er, at sentrali og globali leikluturin hjá stórveldinum, USA, als ikki verður viðgjørdur í røðuni. Ja, rætt er; tað var ímyndin av banaliteti og populismu, uttan nuansur, ið var borin fram á Christiansborg.

 

At evropeiskir politikarar og felagsskapir hava dumpað so dyggiliga við teirra atgerðarloysi og rungandi tøgn, er ein sannroynd. At tað hevur gingið alt ov seint, og at skipanir okkara hava prógvað seg sum verandi definitiónin uppá dupultmoral, tá ið vit í stundini senda milliard-upphæddir til Ukraina í neyðini, tí hald eitt nú verður lagt á alla atgongd til vatn og drekka har; men tó á ein ella annan hátt finna mátar at rættvísgera somu andstyggiligu krígsbrotsverkini í Gasa og á Vestara Áarbakka, ið bæði fevna um dehumaniserandi handlingar -  so sum at taka burtur atgongd til vatn ella at dálka drekkivatnið, men eisini øll tey risa álop, ið fyri fólk flest eru betri ósøgd.

 

Sjúrður hevur sjálvur umtalað røðu sína sum verandi banala. Í Føroyum eru vit tíverri bæði vitni til retoriskar framleggingar, ið heilt banalt og ofta óbeinleiðis eggja til - ella stuðla uppundir krígsbrotsverkunum í Gasa, og harafturat nokta at viðurkenna palestinska fólki, frælsi og statin. Vit hoyra eisini javnan beinleiðis dehumaniserandi og islamofobiskar viðmerkingar í “kjakinum”, serliga á alnetinum.

 

Opportunistiskur og populistiskur retorikkur er við sínum ofta fjalda boðskapi, ið heldur banalt megnar at forføra, eins og vit hava sæð tað fyrr, farligur fyri upplýsandi grundarlagið undir fólkaræðinum. Tí samstundis sum vit her heima hoyra røddir sum Óla Breckmann, ið øsir seg á VP og vísir sín rætta lit, og sum í progressivu stórveldunum annaðhvørt hevði verið sæddur sum ein annar Paludan ella sum eitt óvit; ein rødd í samfelagnum, ið aktivt fremmandager heilar fólkabólkar & beinleiðis dehumaniserar palestinar, so er Sjúrður eitt annað slag av trúðboðara. Ein, sum við retoriskum ”snildum”, opportunistiskt megnar at siga alt og einki í senn!

 

Ein ímynd av teimum túsundatals fylgissveinum, ið koma upp úr holum sínum, tá ið hann hevur talað. Harav fólkaskúlalærarar, miðlafólk og aðrir borgarar, sum við sínum tummli upp á talgilda pallinum, ella í stuttari viðmerking ”gott Sjúrður”, prógva teir fordómar sum intellektuell og onnur hava um okkum, í útheiminum. At vit á stórpolitiskum og mannarættindarligum økjum eru steinaldarlig og stokk-konservativ - á summum økjum kanska enntá sum tey prestastýri, ið eitt nú Sjúrður sjálvur kritiserar og javnan dregur uppí kjakið, um søguliga stríðið millum Ísrael & Palestina. Og tað má sigast, at orð sum steinaldarlig og konservativ, ikki eru nær námind nóg sterk at lýsa skommina, ið er knýtt at atgerðarloysinum mótvegis brotsverkunum og drápunum í Palestina.

 

Hendan populistiska bylgjan er við til at toga burtur allan framtíðar integritet og møguleikan at hyggja inn í speglið hjá komandi ættarliðum okkara, tá ið tey seinni skulu standa til svars fyri hesum sjónleiki á Christiansborg. Og fyri tí sorgarleiki, ið við stóra politiska atgerðarloysinum, bara verður verri fyri hvørt døgnið, ið fer framvið.

 

Torførast av øllum er at svølgja rungandi tøgnina. Ein tøgn, sum tíverri er at finna á øllum teimum skeivu pallunum í Føroyum. Miðlafólk, ið smæðast burtur, og sum ikki tora at skapa ósemjur á Public Service stovninum, tí tey annaðhvørt ræðast at missa starvið ella vinfólkini hjá sær. Miðlafólk á privatum stovnum, ið kanska óttast at fáa lægri miðlastuðul ella heilt einfalt ikki hava dirvið at lýsa støðuna. Granskarar á Setrinum, ið ikki tora at taka støðu alment, og sum tigandi prógva at universitetið í Føroyum tíverri má sigast at vera eftirbátur. Eitt Setur, har (miðla)-kunningarfólkið ikki veitir nakra almenna kunning um leiklut universitetsins á einum nøktandi støði, sum vit hava sæð tað aðrastaðni í evropa. Og eitt Setur, sum flaggaði við gulum & bláum liti á heimasíðu síni, men sum tigandi smæðist burtur tá ið umræður støðuna í Palestina.

 

Vit eru vitni til eina stjórn, har landsstýrimaðurin í uttanríkismálum talar á Speaker’s Corner - og rós fyri tað - men er mestsum tigandi á stóra pallinum. Og har leiðarin av sonevnda reyða flokkinum tigandi fylgir mið-høgra rákinum hjá Javnaðarflokkunum í Danmark og aðrastaðni – ein sannroynd, ið nú er við at taka lívið av hesum flokkunum, og sum kanska bara gagnar populistiskum “javnaðarmonnum” sum eitt nú Sjúrða, betur enn nøkrum øðrum. Antisemitisman er ræðulig, akkurát sum arabarahatur og islamofobi eisini er tað.

 

Men at ákæra stovnar, felagsskapir og borgarar fyri at vera antisemittar, tí teir harta mongu álopini á Gasa og krígsførsluna, ið hevur kostað óteljandi mannalív, er beinleiðis skeivt. Tað er ein menniskjanslig reaktión, sum einki hevur við antisemitismu ella jødahatur at gera - ein reaktión, ið mangir jødar um allan heim eisini taka undir við.