– Henrik Old ætlar at lata nólsoyaringar fáa Teistan í 2021, tá Sandoyartunnilin er liðugur.
Tað sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, sum finst at avgerðini hjá Henrik Old at útseta byggingina av nýggjari nólsoyarferju til Sandoyartunnilin er liðugur.
Henrik Old hevur boðað frá, at hann heldur tað vera skilabest at bíða við at byggja nýggja ferju til nólsoyarsigling til Sandoyartunnilin er liðugur, tí Ternan er avloysaraskip hjá Teistanum. Hann óttast, at um eitthvørt brek hendir við Teistanum, so er einki avloysaraskip til sandoyingar.
Men hesum trýr borgarstjórin á Sandi ikki. Hann heldur, at Henrik Old hevur aðra ætlan.
– Ein freistast at hugsa, at Henrik Old ætlar sær at brúka Teistan til Nólsoyarleiðina eftir 2021, tá Sandoyartunnilin er tikin í brúk. Tá er Teistin vorðin yvir 20 ár; eitt skip, sum hevur verið ótrúliga hart koyrt, og sum heild ikki hevur verið nøkur sólskinssøga mekaniskt. Um Henrik Old ætlar hetta, so haldi eg at tað hevði verið upp á sítt pláss, at hann segði nólsoyingum ætlanir sínar, sigur Brandur Sandoy, sum eisini slær fast, at Teistin verður munandi dýrari at hava siglandi um Nólsoyarfjørð, enn ein ferja ið er gjørd til endamálið.
Les eisini: Hvat ætlar Henrik Old við nólsoyingum
Hvussu leikur fer í hesum máli er ikki greitt enn. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn og løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin segði í Degi og Viku í gjár, at hann góðtekur ikki avgerðina hjá Henriki Old.
– Eg veit ikki, um eg fái steðgað hesum, men eg fari í øllum førum at gera vart við hesi viðurskiftini og at vita, um vit ikki kunnu umskipa tað, segði Heðin Mortensen í Degi og Viku í gjárkvøldið.