Politisk stýring av pensjónspengum

- Tað er ørkymlandi, at politiski myndugleikin eftir øllum at døma tekur ein váða upp á nakkan á føroyskum pensjónsuppsparingum, nú Skálafjarðartunnilin skal gerast eftir PPP-leistinum. Tað sigur Jógvan Mørkøre, fyrrverandi formaður í Ognarfelagnum LÍV, sum skýrir málið at vera politiska misnýtslu av Føroya Lívstrygging.

Føroya Lívstrygging fær eftir øllum at døma ein týðandi leiklut í samband við Skálafjarðartunnilin. LÍV var sera virkið í samband við upprunaligu, privatu ætlanina at gera Skálafjarðartunnil og átti saman við Kaupthing Banka partafelagið, sum skuldi standa fyri projektinum.
Síðani P/F Skálafjarðartunnilin misti einkarættin og harvið initiativið til privatu tunnilsloysnina, hevur privata partafelagið ligið stilt. Men nú er røringur aftur komin í.
Føroya Lívstrygging hevur keypt partabrøvini hjá Eik Banka í P/F Skálafjarðartunnilin, og felagið hevur somuleiðis sitið við borðið til samráðingar millum Innlendismálaráðið og danska felagið Copenhagen Infrastructure Partners.
Arbeiðið at einskilja Føroya Lívstrygging er framvegis ikki komið á mál, og harvið er tað framvegis landsstýrið, sum hevur fult tamarhald á felagnum.
Gongdin fær Jógvan Mørkøre at óttast. Jógvan Mørkøre hevur í mong ár verið formaður í Ognarfelagnum LÍV, sum er felagið hjá øllum teimum, ið hava sína eftirlønaruppsparing í LÍV. Hann hevur somuleiðis verður nevndarlimur í LÍV frá 2006 til 2012. Í mai mánað legði hann frá sær sum formaður og varð tað gjørt sum ein beinleiðis avleiðing av handfaringini hjá landsstýrinum í samband við einskiljingina.

Politisk stýring
Jógvan Mørkøre heldur gongdina vera eitt týðiligt tekin um politiska stýring av føroyskum pensjónspengum. Hann setir spurnartekin við, hví tað er ein góð røkt av føroyskum pensjónspengum, tá LÍV nú velir at keypa helvtina av gamla P/F Skálafjarðartunnlinum frá Eik Banka.
- Tá ið LÍV fer inn og keypir Eik Banka út úr P/F Skálafjarðartunlinum, so er tað ikki fyri at kunna selja einum donskum felag vitanina í hesum felagnum, men partur av eini størri avtalu, har LÍV eisini inngongur við lánum, møguliga kapitali, metir Jógvan Mørkøre.
Og koblingin hóvar fyrrverandi formanninum í Ognarfelagnum lítið:
- Ein slík dispositión ber boð um stýring úr Vinnumálaráðnum. Talan er ikki um eina vanliga dispositión hjá óheftari nevnd, sum handlar við ábyrgd mótvegis tryggingartakaranum sum eigara, sigur Jógvan Mørkøre og leggur afturat, at sjálvandi kundi eitt lán til tunnilsætlanina verið eitt gott hugskot, undir røttu fortreytunum.
Men tað er politiska stýringin av Føroya Lívstrygging, sum fær fyrrverandi formannin í Ognarfelagnum at rópa varskó:
- LÍV skuldi sambært viljanum hjá løgtinginum verið leyst av Vinnumálaráðnum, og felagið átti ikki at kunnað verið brúkt av landsstýrinum sum amboð í hesum skýmaskotspolitikki, sigur Jógvan Mørkøre.
Sambært Jógvani Mørkøre er aktuella málið við Skálafjarðartunnlinum bara seinasta dømi av fleiri, har landsstýrið aktivt brúkar sítt vald til at stýra pengunum í Føroya Lívstrygging.
- Vit hava sæð hetta fyrr. Bjargingin av Norrønu í 2008. Stovnanin av Sp/f Fakfelag sum keypara við trygd frá Royndini, sum er íløgufelagið hjá LÍV, sigur Jógvan Mørkøre og heldur fram:
- Hetta hevur einki við vanligan útbjóðingarpolitikk at gera. Hvørki viðvíkjandi søluni av LÍV seinasta árið, ei heldur viðvíkjandi Skálafjarðartunnlinum, har LÍV nú verður misbrúkt.
Jógvan Mørkøre óttast, at landskassaveðhaldið, sum almennu Føroyar longu hava bundið seg til mótvegis tryggingartakarum í LÍV, í ringasta føri kann økjast við aktiva leiklutinum hjá LÍV í samband við Skálafjarðartunnilin.
- Hetta kann, um trygdirnar ikki eru í lagi, leggjast afturat landskassaveðhaldinum, sigur Jógvan Mørkøre.
- Afturat hesum kemur, at tað er stórur vandi fyri, at talan ikki bert er um seks milliónir krónur, men ivaleyst tað dupulta, sum kann koma at liggja sum deyð uppsparing hjá tryggingartakarunum uttan nakað avkast, rennur henda royndin seg eisini fasta. Í ringasta føri hevur nevndin blakað hesa upphædd í skarnið, verður henda verkætlan av ongum, til dømis um leiðin fyri tunnil til Norðurøkið verður løgd øðrvísi. Tá verður einki at selja.

PPP-modellið
Sum tað liggur í kortinum skal Skálafjarðartunnilin gerast eftir sonevnda PPP-leistinum. PPP stendur fyri Public Private Partnership. Í mai mánað lótu Anders Eldrup og Peter Schütze úr hondum eina frágreiðing um íløgur í infrakervi eftir PPP-modellinum. Frágreiðingin er skrivað fyri fimm av størstu pensjónskassum í Danmark, ATP, PFA, PKA, Sampensjon og PensionDanmark. Frágreiðingin nevnir ítøkiliga Skálafjarðartunnilin sum eina verkætlan, ið landsstýrið ætlar at fremja eftir PPP-modellinum.
Jógvan Mørkøre er ivasamur um PPP-leistin:
- PPP er upprunaliga knýtt at privatiseringspolitikkinum hjá Thatcher í Bretlandi. So tað ideologiska stríðið um hetta gongur aftur, eftir sum ein fortreyt fyri fígging frá privatum er, at hesin partur kann tryggja sær hægri rentu enn vanligt við eini langtíðaravtalu. Fyri tað almenna verður argumentið, at tað verður ikki so skuldarbundið - og helst - minni bundið at einum váða, sigur Jógvan Mørkøre.
Hann vísir á, at tað er ein orsøk til, at danskir pensónskassar eru vorðnir ídnir forsprákarar fyri PPP-leisinum.
- Tað kemst av skrædlinum á partabrævamarknaðinum eftir 2008, og at avkastið av alternativinum, sum er at seta pengarnar í statsobligatiónir, er í botni. Avkastið liggur væl niðanfyri tær garanteraðu rentur, sum tað annars ekkaleyst hevur verið arbeitt við í áratíggju, og tí mugu pensjónskassarnir tjena sínar pengar á annan hátt, sigur Jógvan Mørkøre.
Út frá hesum sigur hann seg tí skilja, at Føroya Lívstrygging liggur framvið:
- Fyri føroyska pensjónsuppsparing er tað sjálvandi eisini áhugavert at kunna sleppa upp í part við PPP-leistinum. Helst í samstarvi við onkran størri pensjónskassa í Danmark, sigur Jógvan Mørkøre.
Men hátturin, ið arbeitt verður eftir, er skeivur, metir Jógvan Mørkøre.
- Her er talan um, at føroyskar pensjónir í LÍV verða politiskt stýrdar inn í Skálafjarðartunnilin. Og sjálvt um tað skuldi víst seg, at tryggingartakararnir í LÍV tá avtornar fáa ein fyrimun av hesi íløguni, so kann man venda tí við og siga, at landsstýrið hevur tryggjað hendan parti ein framíhjárætt í mun til onnur. Og hvat er tá vorðið av fría marknaðinum, spyr Jógvan Mørkøre retoriskt.