Fríggjakvøldið skipa politisk ungmannafeløg fyri stuðlstiltaki heima á Sandi til frama fyri Sandoyartunnilin.
Tað er felagsskapurin PolUng - sum er Sosialistiskt Ung, Ung fyri Miðflokkin, Unga Sambandi og Unga Tjóðveldi, sum skipa fyri hesum stuðulstiltaki fyri Sandoyatunlinum. Tiltakið verður fríggjakvøldið klokkan 20 í Virkinum heima á Sandi.
Á skránni verður tónleikur við bólkinum Gypsy Train, framløgur frá ungmannafeløgunum, opið kjak og eisini spennandi kviss.
- Sjálvandi gongur talvan - peningurin fer óskerdur til Sandoyartunnilin. Ung sum gomul eru øll vælkomin til kulasta stuðulstiltak fyri Sandoyartunlinum nakrantíð, siga ungmannafeløgini, sum tó einki siga um, hvørt tiltakið er meint sum skemt ella álvara.