Sambært donsku fjølmiðlunum hevur summarið verið óvanliga friðarligt á tí politiska pallinum í Danmark, og ein nýggj meiningakanning hjá Epinion vísir eisini, at veljararnir hava heldur ikki flutt seg stórvegis tann seinasta mánaðin.
Eftir kanningini høvdu andstøðuflokkarnir fingið greiðan meiriluta í Fólkatinginum, sum val hevði verið nú. Kanningin gevur andstøðuni 94 tinglimir og stjórnini og hennara stuðulsflokkum 81. Sostatt hevði Helle Thorning Schmidt loyst Lars Løkke Rasmussen av í forsætismálaráðnum.
Eftir kanningini hevði býtið millum teir einstøku flokkarnar sæð soleiðis út, um fólkatingsval hevði verið nú:
Socialdemokratarnir 28,15 prosent
SF 13,2 prosent
Radikali Vinstri 7,5 prosent
Eindarlistin 4,56 prosent
Vinstri 22,05 prosent
Tey konservativu 6,69 prosent
Kristiligu demokratarnir 0,7 prosent
Liberal Alliance 3,58 prosent
Danski Fólkaflokkurin 13,55 prosent.