Politiska innihaldið horvið úr danska valstríðnum

Danir gera seg til at fara á val um knappar tvær vikur. Hóast flokkarnir brúka nógvan pening og orku uppá valstríðið, er tað veruliga politiska innihaldið torført at fáa eyga á. Fleiri eygleiðarar meta, at valstríðið druknar í spinni, taktikki og persónsfiksering

Valstríðið til fólkatingsvalið 2007 hevur nú meira enn eina viku á baki. Fjølmiðlarnir eru á tremur við tilfari um politisku flokkarnar og ikki minst við teimum sentralu persónunum, ið mynda valstríðið.

Hóast politikarar ongantíð áður hava havt so góðar møguleikar at náa veljaran við sínum boðskapi, snýr valstríðið seg ikki serliga nógv um innihaldið í teimum avbjóðingum, ið standa fyri framman í tí danska samfelagnum. Til dømis steðgar vantandi arbeiðsmegi vøkstrinum í vinnulívinum, og heilsuverkið stendur fyri stórum broytingum. Hvussu hesir trupulleikar skulu loysast, hoyra vit tó ikki so nógv um.

 

Formur kontra innihald

Millum tveir triðingar og helvtin av tí samlaðu journalistisku viðgerðini av danska valstríðnum fer at snúgva seg um spinn, prosessir og persónar. Tað sigur Klaus Kjøller, kommunikatiónsgranskari á Københavns Universitet, við Politiken mikudagin 31. oktober.

Hetta ber boð um, at fjølmiðlarnir eru farnir at satsa meira uppá tað strategiska og taktiska spælið, ið fer fram handan leiktjøldini á politiska pallinum, heldur enn at viðgera substansin í teimum politisku stórmálum, ið politikarar skulu taka støðu til eftir valið.

Klaus Kjøller greiðir frá, at spurningurin um, hvørji samfelagsmál skulu prioriterast, og hvussu tey skulu loysast, fyllir alt minni í fjølmiðlunum. Hvussu politikararnir standa seg í kjakinum fær hinvegin meira pláss.

 

Politiskir kommentatorar í miðdeplinum

Seinastu tíggju árini er talið av politiskum kommentatorum í fjølmiðlunum økt, og teir fáa eisini meira senditíð í loftmiðlunum og størri teigapláss í bløðunum.

Hetta merkir, at teir politisku viðmerkjararnir, sum í fjølmiðlunum gera viðmerkingar til valstríðið og dagsformin hjá teimum ymsu flokkunum, fáa ein størri leiklut enn áður, og teir kunnu beinleiðis ávirka gongdina í valstríðnum.

Teir politisku viðmerkjararnir átaka sær leiklutin at útleggja boðskapin hjá politikarunum, og soleiðis eru teir við til at ávirka, hvussu veljarin uppfatar tey ymsu signalini, ið valevni og politikarar senda út. Teir kunnu í summum førum vera munurin á succés og fiasko.

Tí eru hesir viðmerkjarar í dag ein týdningarmikil faktorur í øllum valstríðnum. Og tað eru politikararnir fullgreiðir yvir.

Viðmerkjararnir, sum m.a. eru Hans Engell frá Ekstrablaðnum og Henrik Qvortrup frá Se og Hør, gerast týdningarmiklir leikarar í politiska sjónleikinum, tá teir verða bidnir um at tulka og útleggja tær ymsu útmeldingarnar frá politikarunum. Og hetta er eitt rák, ið vindur alsamt meira uppá seg.

Veljarin fær við øðrum orðum meira at vita um formin av kjakinum enn um tað politiska innihaldið, og tí gerst tað strategiska spælið enn meira týdningarmikið í eygum veljarans.

- Tá teir eru best, dissekera teir ta politisku prosessina og tað taktiska spælið, men teir geva ikki tí politiska substansinum nakað. Hóast hetta hevur man eina fatan av, at hesir viðmerkjarar eru politisk orakkul, sigur Stig Hjarvard, valgranskari við Politiken.

 

Kend andlit

Eitt annað, sum eisini eyðkennir tann danska valdystin, er talið av kendum persónum, ið nú stilla upp til fólkatingið. Ny Alliance hjá Naser Khader hevur fleiri persónar, ið hava gjørt vart við seg á øðrum økjum, áðrenn teir stillaðu upp. T.d. kunnu nevnast aðalskrivarin í Danska Reyða Krossi, Jørgen Poulsen, fyrrverandi stjórin í Ráðnum fyri størri Ferðslutrygd, Réné La Cour Sell, og fyrrverandi stjórin í hoyritólsfyritøkuni Oticon, Lars Kolind. Hesir stilla allir upp fyri Ny Alliance. Harumframt eru fleiri fyrrverandi sjónvarps-vertir og journalistar eisini á valplakatunum.

Trupulleikin er, at allir flokkarnir fylkjast á miðjuni í tí politiska spektrinum, og tað merkir, at eitt kent andlit kann vera við til at profilera flokkin í einum meldri av politikarum, sum allir líkjast meira ella minni, hóast floksliturin ikki er tann sami.

- Tá politisku hugsjónirnar verða tveittar fyri borð, verður man noyddur at selja politikkin við kendum andlitum, sigur Hans Engell, fyrrverandi blaðstjóri á Ekstrablaðnum við Politiken.

Engell vísir á, at teir flestu flokkarnir hava plaserað seg mitt í veljaraskaran og eru meira ella minni samdir um nógv av teimum stóru málunum so sum skattasteðgin, 24-ára regluna, ES-reformar, veðurlagsbroytingar og annað, og tí gerst tað torførari hjá veljaranum at síggja munir í grundsjónarmiðunum hjá flokkunum.

 

Politikarar sjálvir skyldina

Ein av orsøkunum til at valstríðið í Danmark nú mest snýr seg um at hava teir dugnaligastu spunasmiðirnar og teir bestu samskiftisráðgevararnar, heldur enn at fortelja veljarunum um, hvørjar politiskar visjónir politikararnir hava er, at flokkarnir eru farnir at líkjast hvørjum øðrum alt meira.

- Politikararnir hava sjálvir skyldin av, at tað politiska spælið er farið at fylla meira og meira í fjølmiðlunum. Í dag líkjast valskráirnar nevniliga hvørjum øðrum so nógv, at flokkarnir eru noyddir at skilja seg burturúr mongdini á onkran hátt. Tí spæla teir við uppá treytirnar hjá teimum politisku viðmerkjarunum (sum analysera og útleggja tað taktiska spælið í valdystinum, blm.) og royna at ávirka viðmerkjararnar við sínum egnu analysum av gongdini í valdystinum, sigur Mie Femø Nielsen, lektari á Københavns Universitet, við Politiken.

Tað næsta verður kanska, at valstríðið verður varpað út sum ein fótbóltsdystur í Parkini, heldur Mie Femø Nielsen speiskliga fyri.

Nú valdysturin er um at koma í hæddina, hevur omanfyrinevnda rák verið sera sjónligt, og vit skulu brynja okkum til ein valdyst, ið er eyðkendur av einum flekkutum politiskum landslagi, har formurin mangan hevur størri týdning enn innihaldið.