Politiska skipanin rættir ikki hond frá síðu

Føroysku myndugleikarnir gera absolutt einki fyri at fyrireika okkara samfelag til ta støðu, um olja verður funnin, sigur Torbjørn Jacosen

- Føroysku myndugleikarnir gera absolutt einki fyri at fyrireika okkara samfelag til ta støðu, um olja verður funnin, sigur Torbjørn Jacosen.

 

Fyrrverandi landsstýrismaðurin í oljumálum, sum nú er havnameistari í Runavíkar Havn, gav politisku skipanini eina skorfleingju á oljuráðstevnuni á Christiansborg í gjár.


Sí myndir frá oljuráðstevnuni her

 

- Landsins myndugleikar hava onga fyrireiking gjørt yvirhøvur, til tess at taka ímóti hesum fremmanda kropsluti, sum so brádliga kann gerast ein partur av okkara samfelagslikami. Tað er ikki so frægt, at tað verður tikið uppá tungu í politisku skipanini, sigur Torbjørn Jacobsen um ta støðu, at olja møguliga verður funnin longu í summar.

 

- Harvið tykist tað, sum hava menn og kvinnur á teimum bonaðu rókunum bara lagt seg afturav í vælpolstraðu taburettunum, meðan dollarteknini blaktra og blikstra sum mureldar í teimum annars troyttu eygum teirra, segði Torbjørn Jacobsen av røðarapallinum frammanfyri 150 áhoyrarum í Landstingssalinum á Christiansborg.

 

Torbjørn Jacobsen hevði tó rósandi orð til vinnulívið, sum í sínum lag hevur dugað at fyrireika seg til oljuna.

 

- Fakbólkar í handverki og verkfrøði taka dúgliga lut í hesi vinnu í øðrum londum, og eisini eru føroyingar farnir at gera íløgur í flótandi eindir í frálandavinnuni, staðfesti Torbjørn Jacobsen og legði síðani afturat:

 

- Men tað er á ongan hátt orsakað av eini skipaðari politiskari ætlan yvirhøvur. Tí hon finst bara ikki. Føroyskur politikkur røkkur bara ein dag fram í tíðina, tað finst í løtuni ongin strategi fyri, hvussu vit røkka einum ásettum yvirskipaðum máli, tí tað málið finst snøgt sagt ikki. Alt snýr seg um at spæla fólk í húsi í danska heimastýrinum, at leska vinir og kenningar og í óvitan at destabilisera tað sum virkar, alt í eini roynd at sleppa um tinggáttina næstu ferð, fyri at hendan høpisleysa kringekjuferðin kann halda fram.

 

Les eisini: Oljufeløg brúka hálvaaðru milliard við Føroyar í summar