Í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina fyri 2010 var semja millum samgonguflokkarnar, at dentur eigur at verða lagdur á at betra um umstøðurnar hjá ítróttini og hjá mentanini.
- Hetta verður partvís eisini gjørt út frá tí, at vit væntandi og vónandi aftur fara at skipa fyri Oyggjaleikunum innan ikki alt ov langa tíð, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í ítrótta- og mentamálum.
Upprunaliga ætlaði landsstýriskvinnan at seta av 10 milliónir krónur til endamálið sum beinleiðis stuðul til ítróttaligar og mentanarligar verkætlanir, men samgonguflokkarnir broyttu hetta til heldur at endurgjalda mvg’ið av slíkari bygging.
- Hetta merkir so tað, at lógarkarmurin í mvg-lógini má tillagast, og meðan fíggjarmálaráðið umsitur lógina eru tað jú vit her í mentamálaráðnum, sum skulu seta okkara fingramerki á tillagingina, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon viðgongur, at hóast hetta er ein frálík loysn, so merkir hon, at tað tekur longri tíð at seta stuðulsskipanina í verk.
- Tað manglar eisini tann politiska viðgerðin, sum skal staðfesta, júst hvørja bygging lógin skal umfata. Tað hevur verið vanlig fatan í mentamálaráðnum, at stuðulin bert skal umfata ítróttalig og mentanarlig verkløg, og tað umfatar so ikki til dømis kirkjur og samkomuhús. Men tað er so millum annað tað, ið politiska viðgerðin skal gera av, sigur Helena Dam á Neystabø.
Av tí at politiska viðgerðin enn vantar, og av tí at lógarkarmurin í mvg-lógini ikki er tillagaður enn, ber heldur ikki til at siga nágreiniliga, nær nýggja stuðulsskipanin fer at virka.