Politiski fangin gjørdist fiskimaður

Í 1975 var 21 ára gamli Doru Tiberiu dømdur 18 ára langa fongsulsrevsing fyri at hava luttikið í eini mótmælisgongu móti kommunistisku stjórnini í Rumenia. Fýra ár seinni varð hann av tilvild leyslatin, og næstu 14 árini fjakkaði hann kring Europa sum flóttamaður og politiskur fangi. Í dag er hann føroyskur útróðrarmaður og hevur sett búgv við familju í Havn. Eg noktaði at halda, at tað ikki var pláss fyri mær undir sólini, sigur 51 ára gamli Doru um harða og dramatiska lív sítt

 Í 1975 setir kommunistiski einaræðisharrin Nicolae Ceausescu eina lóg í gildi í Rumenia, sum skerjir rættindini hjá rumenska ungdóminum. 21-ára gamli Doru Tiberiu, sum lesur heimspeki á universitetinum í Bukarest, fer saman við fleiri hundrað øðrum universitetslesandi út á gøturnar í rumenska høvuðsstaðnum at mótmæla lógina og kommunistisku skipanina, sum hevði verið galdandi í Rumenia síðani 1947, tá Seinni veraldarbardagi var av. Undir mótmælisgonguni verður Doru saman við tíggju øðrum lesandi handtikin av løgregluni og dømdur 18 ára fongsulsrevsing fyri at hava gjørt seg inn á sosialistiska statin.
                      Hesin lagnudagurin í Bukarest í 1975 var byrjanin til eina 14 ára langa ferð hjá rumenska fanganum og flóttamanninum, áðrenn hann fann sítt heim undir sólini, sum hann sjálvur tekur til. Í dag hevur Doru Tiberiu á Torvlaðnum (sum nú hevur fingið sær føroyskt eftirnavn) búð í Føroyum í 16 ár. Hann livir av at rógva út og hevur bát í Vágsbotni í Havn.
Dramatiska lív hansara hevur fyrr verið frammi í føroysku fjølmiðlunum, seinast í sendingini Tilvera hjá Armgarð Arge í Útvarpi Føroya í 2004, tá hann greiddi føroyingum frá sínum óvanliga lívi kring Europa sum fangi, flóttamaður, heimleysur og ólógligur ferðamaður.
 
Flýddi úr Rumenia
Hóast fongsulsdóm í 18 ár varð Doru leyslatin eftir fýra ár, tí kommunistisk einaræðisharrin á sínum føðingardegi hevði ta siðvenju at leyslata nakrar fangar. Doru var millum tey hepnu, og hann gjørdi av at flýggja úr Rumenia við at svimja yvir um fimm kilometra breiðu Donau ánna til Serbia.
                      - Hetta var eitt vágaverk, tí bert fýra av hundrað rumenum, sum royndu at svimja yvir um stóru ánna, komu upp á land hinumegin á lívi. Eg legði til brots á miðjari nátt í rumenska vetrinum í 1982, og eg megnaði at svimja yvirum. Men komin til Serbia, sum eisini var kommunistiskt, tóku serbar meg til fanga og sendu meg aftur til Rumenia, har eg varð settur fastur á øðrum sinni. Hesaferð í hálvtannað ár, greiðir Doru frá, meðan vit sita á dekkinum í útróðrabáti hansara í Vágsbotni. Hann nevnir, at torturur var partur av fongsulsuppihaldinum, men hetta vil hann ikki tosa meiri um, fyrst og fremst tí hann ikki vil gera seg sjálvan til eitt offur.
                      Doru heldur fram at siga frá, at eftir sítt næsta fongsulsuppihald í rumenska høvuðsstaðnum svam hann í 1984 enn einaferð yvir um stóru ánna, og aftur varð hann settur fastur í Beograd í Serbia. Hesaferð varð hann tó ikki sendur heim aftur og slapp út at arbeiða, men eftir ein mánaða í Beograd tók Doru til rýmingar.
                      - Ein dagin í fongslinum valdi eg ikki at fara til arbeiðis og í staðin fara til gongu suðureftir móti Grikkalandi. Eg hevði einki kort eg gekk eftir áunum á 700 kilometra longu leiðini til Grikkalands, og eg megnaði at sleppa úr býnum, uttan at teir fangaðu meg. Eg gekk um náttina og svav um dagin. Eftir tríggjar vikur í fjøllunum, har eg livdi av plantum, fruktum og leyki, kom eg loksins til Tessalonika í Grikkalandi, minnist Doru aftur. Doru var endiliga komin til eitt land, sum ikki var kommunistiskt, og grikkar tóku væl ímóti honum. Hann varð sendur í eina rumenska og kurdiska flóttalegu, men ein flóttalega var ikki nøkur endastatión fyri Doru, sum hevði eina rimmarfasta trúgv á, at lívið mátti hava meiri at bjóða honum.
                      - Eg fór tí loyniliga umborð á eitt skip, sum transporteraði vín til Italia. Eftir eina viku í einum tómum víntanga fór eg upp til manningina og segði, hvør eg var, og manningin, sum var úr Sicilia, tók væl ímóti mær, greiðir Doru frá, meðan hann ger okkum kaffi inni í stýrhúsinum á báti sínum.
                      Doru kom til Italia við skipinum og endaði aftur í eini italskari flóttalegu, men samstundis kom hann í samband við eina kirkju, sum tók sær av honum og hjálpti honum peningaliga. Í eini roynd at koma úr lívinum í alskyns flóttalegum gjørdi Doru stutt seinni av at fara til Týskland at finna sær eitt arbeiði, og hann fór loyniliga umborð á eitt tok, sum førdi hann til Týsklands.
                      - Í Týsklandi fekk eg loksins friðskjól (asyl) og tey pappír, eg hevði brúk fyri. Høvuðsorsøkin var, at myndugleikarnir funnu mítt navn í eini Amnesty-rapport um politiskar fangar. Hetta var ein stór hending í mínum lívi. Eg arbeiddi síðani í Týsklandi í hálvtannað ár, men eg hevði tað ringt í landinum og óttaðist, hvat fór at henda við mær, tá ella um múrurin fall. Eg gjørdi av at flyta til okkurt annað europeiskt land, men fekk at vita frá myndugleikunum, at einasti møguleikin fyri varandi uppihaldsloyvi var, um eg fór út um Europa, minnist Doru aftur.
                      Meðan sjáldsama prátið gongur, fær Doru sær ein kaffimunn og eina keks í sínum báti. Hann hyggur út á Nólsoyarfjørð og nevnir, at hann í drúgvu frásøgn síni nú nærkast hendingini, sum gav lívi hansara eina vend.
                      - Tá tað ikki var pláss fyri mær í Europa, valdi eg í 1989 at fara til Australia, og á vegnum til Australia mátti eg fara til Spania. Í Barcelona møtti eg av tilvild føroysku kvinnuni Guðrið Poulsen, sum var í Barcelona í útbúgvingarørindum, og vit komu saman og giftust stutt seinni. Danska stjórnin sýtti mær uppihaldsloyvi, men við góðari hjálp frá táverandi fólkatingsliminum Óla Breckmann strikaði Útlendingastýrið avgerðina, og eg fekk loyvi at vera verandi í Føroyum, ikki minst tí eg varð giftur við donskum statsborgara, greiðir Doru frá. 
 
Filosofiski útróðrarmaðurin
Rumenski flóttamaðurin var 35 ára gamal, tá hann í 1989 kom til Føroya saman við leirlistakvinnuni Guðrið, sum hann í dag eigur tvey børn á fýra og seks ár saman við, og hetta árið gjørdist sostatt ein nýggj byrjan fyri rumenska flóttamannin og politiska fangan seinastu 14 árini. Sjálvur metir hann, at hetta var ár null fyri hansara viðkomandi, og hann fall beinanvegin væl til í Føroyum. Hann fekk starv sum goymsluleiðari á Jarðfrøðisavninum.
                      Men hugurin til havið, útróður og fiskiskap dró fremmanda eystureuropearan. Í 1993 keypti hann sær sín fyrsta bát, og í løtuni er hann í farloyvi frá Jarðfrøðisavninum og livir av at rógva út og avreiða á fiskimarknaðinum á Toftum. Útlærdi heimspekingurin frá universitetinum í Rumenia fær mangan spurningin, hvussu tað ber til, at ein heimspekingur endaði sum útróðrarmaður.
                      - Filosofi og útróður er heimsins besta kombinatión, sigur ein flennandi Doru. Hann sigur, at hann er endaleysa bergtikin av føroysku náttúruni, og at einki umhvørvi kann vera betri fyri ein heimspeking enn óspilta føroyska náttúran.
                      - Ein túrur á Norðhavinum setir lívið í perspektiv. Tú stendur andlit til andlits við skapanarverkið og lívsins stóru spurningar, og tú ert umgyrdur av kreftum, sum eru nógv størri og sterkari enn tú. Úti á víðopna havinum hyggi eg inn í Guds loyndarfullu eygu, sigur ein hugsunarsamur Doru Tiberiu á Torvlaðnum.
 
Stoltur í fongsul
Tann í dag 51 ára gamli rumenin er ikki í iva um, at hann endaði í einum lítlum paradísi í Norðuratlantshavi. Eftir eina fortíð, sum vit føroyingar als ikki kunnu ímynda okkum, hevur rumenski uppreistrarmaðurin loksins funnið sítt heim undir sólini.
- Eg var føddur á skeiva staðnum í skeiva tíðarskeiðnum, og á míni ferð kring Europa var drívmegi mín, at eg vildi finna mítt heim. Eg trúði ikki uppá, at tað ikki var pláss fyri mær nakrastaðni, og tí helt eg fram í míni leitan eftir einum tryggum lívi, sigur Doru. Hann leggur afturat, at einasta ambitión hansara var at fáa eitt friðarligt, stabilt og trygt lív við arbeiði og heimi, og eftir mong ár í fongslum, flóttalegum og flýggjan gjørdist hesin dreymurin til veruleika í Føroyum.
Í dag nýtir Doru ikki nógva tíð og orku til at hugsa um fortíðina og lívið í rumenska diktaturstatinum, men hann er tó villigur at greiða frá, hvussu lívið var í Rumenia undir Ceausescu.
                      - Tað mest beinrakna eyðkenni av rumenska samfelagnum undir kommunismuni er helst a permanent state of terror. Øll vóru bangin fyri øllum, og tú kundi fara í fongsul fyri hvat sum helst. Vinfólk smettaðu um vinfólk síni, konur smettaðu um menn sínar, børn smettaðu um foreldur síni, og næmingar smettaðu um lærarar sínar. Stutt sagt vóru øll bangin fyri øllum, tí so mong vóru í dagligum samskifti við rumenska Securitate (statsløgregluna), sum setti fólk í fongsul fyri allarminsta illgrunan um, at onkur ikki tók undir við kommunismuni, sigur Doru. Hann sigur, at tøl vísa, at millum 60 og 70 prosent av rumenskju íbúgvunum hava fyrr ella seinni givið myndugleikunum upplýsingar um fólk, sum høvdu funnist at stýrinum hjá Ceausescu. Spurdur, hví hann fór út á gøturnar at mótmæla undir einum slíkum harðrendum stýri, er Doru greiður.
                      - Ein 21 ára gamal idealistur hevur stórt dirvi og áræði, og tí fór eg at mótmæla. Men eg visti ikki, at eg kundi fáa so harðan dóm (18 ára fongsulsrevsing), sum eg fekk, sigur Doru. Hann nevnir, at hetta var tann fyrsta og seinasta almenna mótmælisgongan í tíðini undir Ceausescu, áðrenn kommunisman fór í upploysn í 1989. Men hóast harða dómin fekk hann ongan sálarligan niðurtúr.
- Eg fór inn í fongslið sum ein stoltur maður. Abbi mín og allir mammubeiggjar mínir vórðu sendir til Sibiria í fangalegu og seinni dripnir, tí teir eisini høvdu mótmælt rumenska stýrinum, og eg var stoltur av, at eg hevði lyft arvin eftir teir. Og satt at siga var eingin munur á at vera innanfyri og uttanfyri fongsulsveggirnar í Rumenia, tí alt Rumenia var eitt stórt fongsul undir kommunismuni, greiðir Doru frá.
                      Í samband við skúlagongd sína sigur hann, at rumenska universitetið var eitt stórt propaganda-apparat. Næmingar í heimspeki vórðu primert undirvístir í kommunistum sum Lenin, Karl Marx, Friedrich Engells og Ceausescu, og teir ikki-kommunistisku heimspekingarnar, sum tó vóru partur av pensum, vórðu tulkaðir at vera kommunistar.
                      - So bæði Platon, Sokrates, Aristoteles, Emmanuel Kant, Bertrand Russel og René Descartes vóru kommunistar sambært rumenskari undirvísing, greiðir Doru frá. Áhugi hansara fyri heimspekini fekk forvitna rumenan at lesa í loyndum, og í tí dulda fekk hann eina aðra fatan av filosofisøguni, sum ikki samsvaraði tí, hann lærdi á universitetinum. Loyniliga las hann Hegel, Schopenhauer, Nietsczhe og aðrar stórar heimspekingar, og í rumenska fongslinum høvdu teir mongu politisku fangarnir møguleikan at útbúgva og styrkja hvønn annan intellektuelt. Fongslið gjørdist fyri hansara viðkomandi eitt nýtt universitet, sum varð frígjørt frá kommunistiskari propaganda.
 
Kommunisma í útnorði
Doru heldur seg ikki aftur við at siga, at hann er endaleysa glaður fyri føroyska samfelagið. Hann greiðir frá, at hann fyri stuttum helt 50-ára føðingardag sín, og yvir hundrað fólk vóru og vitjaðu. Samanborið við Rumenia er hetta sambært honum óhoyrt, og hann sigur seg kenna seg sum ein kong í Føroyum.
Samfelagsliga eru Føroyar eftir hansara tykki eitt eksemplariskt samfelag, og hóast alt krepputosið um niðurgongd í búskapinum metir Doru, at vit hava so nógv at fegnast um.
                      - Fá samfeløg hava so góðar fortreytir fyri einum sunnum sosialum lívi. Føroyskt mentanarlív blómar eisini, og tryggleikin er í hásæti. Landsstýrið tosar um eina 2015-verkætlan, sum skal gera Føroyar til eina førandi tjóð, men vit mugu ikki gloyma, at vit longu nú á fleiri økjum mugu roknast at vera førandi, metir Doru, áðrenn hann nevnir ein setning, sum í føroyskum oyrum kann tykjast øvugtur.
                      - Føroyar er tað nærmasta, vit koma kommunistiska dreyminum, sum hann er í teoriini. Í praksis eru Føroyar sjálvsagt alt annað enn kommunistiskar, men dreymurin um fíggjarligt javnbýti og eins rættindini fyri øll er í ein mun vorðið veruleiki í Føroyum. Vit hava ein stóra miðalklassa, sum eigur nóg mikið av peningi til eitt virðiligt lív, og norðurlendski vælferðarstaturin hevur slóðað fyri, at vit í stóran mun hava verið før fyri at umbýtt peningin á ein hátt, sum minimerar fátækradømi, sigur Doru. Og 51-ára gamli rumenin, sum er uppvaksin í einum anti-demokratiskum samfelagi, hevur eisini evnini at virðismeta fólkaræðið á ein øðrvísi hátt, enn vit føroyingar, sum taka fólkaræðið sum eina sjálvfylgju.
                      - Tað verður av og á havt á lofti, at tað er ov nógv klandur og grenj í Føroyum, men eftir mínum tykki eru ósemjurnar, konfliktirnar og samanstoytirnir í almenna kjakinum bert eitt tekin um, at føroyska fólkaræðið er sterkt og sunt. So leingi vit eru tilvitaði um, at vit ikki eru fíggindar, hóast vit eru ósamd, eiga vit at frøast um, at vit yvirhøvur sleppa at vera ósamd og lata ymisk fólk við ymsum sjónarmiðum kappast á ein demokratiskan hátt, sigur Doru.
 
Sigraði
Hyggjandi afturá rennur ein setningur fram fyri Doru, sum hevur havt stóran týdning fyri hann gjøgnum sítt harða lív.
- Ernest Hemmingway segði einaferð, at a human being can be destroyed but not defeated (eitt menniskja kann vera oyðilagt uttan at tapa). Hesin setningur hevur fingið persónligan týdning fyri meg. Hóast óndskapurin hevur oyðilagt nógv og volt mær mótgongd og mikla líðing, havi eg ongantíð tapt móti honum. Í dag upplivi eg, at eg standi eftir sum vinnarin, sigur Doru Tiberiu á Torvlaðnum at enda.
  
Fakta
Doru Tiberiu á Torvlaðnum
Føddur í Rumenia í 1954
Studentur í 1971
Lokna universitetsútbúgving í heimspeki í 1975
Flóttamaður og politiskur fangi frá 1975 til 1989
Fekk uppihaldsloyvi í Føroyum í 1989
Goymsluleiðari á Føroya Jarðfrøðisavni frá 1989
Farloyvi frá Jarðfrøðisavninum í 2003
Útróðrarmaður burturav frá 2003