Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin
.....
Fólkaflokkurin hevur jarðlagt Sambandsflokkin.
Hetta er niðurstøðan hjá gamla formanninum í Javnaðarflokkinum, Jóannesi Eidesgaard, á tíðindaportalinum www.in.fo mikudagin í hesi vikuni.
Gamli floksformaðurin hevur vunnið sær status sum "politiskur eygleiðari", eftir at hann hevur tikið seg úr aktivum politikki.
Hetta ber ivaleyst boð um, at Jóannes Eidesgaard framvegis hevur so mikið av politiskari bacillu í kroppinum, at hann ikki fær hildið fingrarnar burtur frá tí politiska.
Einki forgjørt er í tí.
"Eygleiðingarnar" eru áhugaverdar, hóast endamálið helst man vera at ávirka opiniónina til fyrimuns fyri Javnaðarflokkin.
Jarðlegging
Strikurnar á politiska fepur-stokkinum hjá Jóannesi Eidesgaard siga honum, sum nevnt, at Fólkaflokkurin hevur "jarðlagt" Sambandsflokkin eftir løgtingsvalið fyri tveimum árum síðani.
Bókstaviliga merkir hetta, at Fólkaflokkurin hevur lagt Sambandsflokkin í grøvina, soleiðis reint politiskt.
Grundgevingin er, at Sambandsflokkurin hevur givið Fólkaflokkinum "fullkomiliga fríar ræsur at føra høgraliberalistiskan politikk".
Er hetta ein korrekt politisk eygleiðing?
Ja og nei.
Nei, tí Sambandsflokkurin er ikki enn lagdur undir grønu torvu - og ja, tí at Fólkaflokkurin í roynd og veru hevur drigið Sambandsflokkin langt út í høgra borð. Tað kann ein og hvør síggja á førda politikkinum síðani valið í 2011.
Her hugsi eg serliga um, at "flatskatturin" kemur ikki láglønarbólkum til góða, og tí at skatting av pensjónum við inngjald fer at raka framtíðar pensjónistar hart fíggjarliga. Framtíðar fíggingin av vælferðarsamfelagnum er í vanda.
Um vit skulu tala um jarðlegging, so er tað á ríkisrættarliga økinum, at "tampurin" veruliga brennur.
Á hesum avgerandi sambandspolitiska øki hevur Sambandsflokkurin flutt seg móti loysingarvonginum, har ið Fólkaflokkurin eisini stendur.
Dreymar um ein RÍKJA-felagsskap (ið krevur loysing úr ríkinum), undirtøkan fyri einari nýggjari stjórnarskipan (sum leggur upp til loysing), burturspilti møguleikin at hækka ríkisveitingina (tað kostar vælferð), og øll talan um "buglur", "skøvur" og aðrar ólukkur í Ríkisfelagsskapinum hava ikki júst hvest sambandsprofilin, tvørturímóti.
Støðan er tí á ein hátt álvarsligari, enn gamli javnaðarformaðurin ger hana til.
Eitt er, at Sambandsflokkurin ikki er jarðaður, men hann hevur - av órannsakiligum grundum - stóran skund við at selja út av arvasilvurinum: góðum sosial-liberalum sambandsvirðum, har ið samstarvið í Ríkisfelagsskapinum er ein grundsúla.
Hetta er tann veruliga vanlukkan fyri einasta sambandsflokkin í landinum, sum mong eru góð við men munnu kenna seg vónsviknan av.
Miðflokkurin eisini í kvørnini
Fara vit eitt stig víðari í politisku analysuni, so sæst, at eisini Miðflokkurin er niðri í kvørnini hjá Fólkaflokkinum.
Nú, ið Sjálvstýrirflokkurin hevur fingið sekkin, og Fólkaflokkurin hevur avgjørt, at Føroyar í rúma tíð frameftir skulu vera flatskattasamfelag við sosialari slagsíðu, hevur Fólkaflokkurin meldað út, at avgjøld á nýtsluvørur skulu hækka, og at brúkaragjøld skulu leggjast á vælferðartænasturnar.
Sambandsflokkurin tegir.
Hugsónarliga góðsið er framvegis til sølu.
Ongin veit hví.
Miðflokkurin er tó so mikið illa kroystur niðri í høgraliberalistisku fólkaflokskvørnini, at formaður floksins roynir at muta ímóti.
Vit síggja, at sama dag, sum Jóannes Eidesgaard tekur fepurin á føroyskum politikki, er Jenis av Rana úti við politisku signallampuni. Hann vil hava time out. Ætlanin hjá Fólkaflokkinum skal "kannast", heldur hann.
Kanska fari eg skeivur, men eg hugsi, at tá avtornar, fer Miðflokkurin at lata sær lynda, at onnur ráða og definera, hvussu kjarnuvirðini hjá Miðflokkinum verða førd út í lívið.
Fólkaflokkurin fer - sum vant - at fáa sín vilja. Sambandsløgmaður fer at vælsigna víðgongda høgra-politikkin og doypa hann "semju" ella "konsensus". Partísoldátarnir fara at taka við diktatinum, sjálvt um tey innast inni vita, at tað er galið.
Soleiðis plagar at vera.
Dupultspæl í Javnaðarflokkinum
Tað kemur, sum vera man, væl við hjá andstøðuni í Løgtinginum, at Sambandsflokkurin og Miðflokkurin ganga í takt, tá ið Fólkaflokkurin svingar taktstokkin.
Nýggjasta veljarakanningin hjá Gallup vísir t.d. eina rímiliga stóra framgongd til Javnaðarflokkin, og kanningin vísir eisini, at sambandsveljarar flyta yvir í Javnaðarflokkin.
Ein orsøk til hesa flyting er, at Javnaðarflokkurin - síðani Aksel Johannesen avloysti tann fullveldissinnaða Jóannes Eidesgaard - í sínum retorikki letst at hava kós út á sambandsvongin. Har er gott pláss, tí Sambandsflokkurin hevur flutt seg, og atkvøður ganga leysar.
Fleiri munnu kortini helst undrast á, at Javnaðarflokkurin ikki stendur seg uppaftur betri í veljarakanningini.
Ein orsøk kann vera, at samstundis, sum Aksel Johannesen pussar sambandsprofilin saman við góðum samríkisfólkum í Javnaðarflokkinum, eru eisini loysingarkreftir við stórum valdi og ávirkan í flokkinum.
Tað tykist, sum fólkatingsmaður Javnaðarfloksins hevur fingið "carte blanche" - ein blankokekk - til at víðariføra sín gamla tjóðveldisretorikk í Fólkatinginum. Hetta dregur nakað - men ikki nóg mikið - av fullveldisatkvøðum til flokkin.
Loysingarsinnaði politikkurin, sum Javnaðarflokkurin sostatt eisini rekur, styggir, og tað kostar helst eitt mandat, ella kanska bæði tvey.
Sambandsflokkurin má rætta kós
Nú er spurningurin: hvat er at gera?
Svarið er neyvan einfalt, men tað er púra greitt, at um Sambandsflokkurin skal koma afturíaftur sum ein trúverdugur, sosial-liberalur sambandsflokkur, so skulu "aðrir bollar í suppuna", sum tikið verður til.
Ofta hjálpr at seta nakrar relevantar spurningar, tá ið broytingar skulu gerast.
T.d. kundi man sett hesar spurningar:
• Skal høgrasnaringin halda fram, ella skal vendast aftur til tey sosial-liberalu grundvirðini og góða samstarvið í ríkinum?
• Skulu smartar fólkafloksfidusir skiftast út við stabilan sambandspolitikk?
• Skal Sambandsflokkurin aftur verða garantur fyri, at vit og skil ráða í fíggjar- og búskaparliga politikkinum?
• Er tað skilagott, at Sambandsflokkurin rekur ein politikk, ið kann undirgrava Ríkisfelagsskapin?
• Skal Sambandsflokkurin aftur fara at reka sambandspolitikk í samstarvi við samsint?
• Hvør kann tryggja, at neyðugar broytingar verða framdar?
Hesir spurningar eru kontroversiellir, og kanska gerst onkur firtin av teimum, men teir verða settir í bestu meining.
Veruleikin má umrøðast, og vit mugu siga, sum er.
"Jarðleggingin" av veruligum sambandsvirðum og sambandspolitikki má steðgast.
Tá fer at lýsna fyri flokki, landi og fólki.