Politiski gerandisdagurin byrjar aftur í morgin

Nývalda løgtingið kemur saman til fyrsta vanliga løgtingsfund, og fíggjarmálaráðið bjóðar til tíðindafund

Tað hava verið nakrir óróligar vikur síðani løgtingsvalið 1. september, har serliga floksskiftir hava stolið tær politisku yvirskriftirnar.


Politikkur er tó ikki altíð so lívligur, og í morgin byrjar tann vanliga politiski gerandisdagurin aftur, tá løgtingið savnast til sín fyrsta vanliga tingfund aftaná løgtingsvalið. Løgtingið hevur tvær ferðir áður verið saman, men tá var tað til at skipa seg sum ting og skipa nevndir.


Í morgin er fyrst framløga á skránni, har fíggjarlógin verður løgd fram. Málið er sett á skrá, tí tað er lógarásett, at fíggjarlóg landsins skal leggjast fram fyri tingi í seinasta lagi 30. september.


Síðani skal atkvøðast um Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og kommunumálum, skal svara einum skrivligum fyrispurningi frá Kári P. Højgaard, Nýtt Sjálvstýri, um mannagongdirnar tá borgarstjórar verða valdir á ting. 


Tað er ikki bara tingfundur á skránni í morgin, tí áðrenn tingfundin hevur nýggja landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, boðið til tíðindafund í fíggjarmálaráðnum, har hon fer at greiða frá framroknaða fíggjarlógaruppskotinum fyri 2016.


Tá fáast fyrstu ábendingarnar um, hvønn leist nývalda stjórnin fer at leggja í fíggjarmálum.