Fyri nøkrum døgum síðani gjørdi formaður Føroya lærarafelags vart við, hvussu tíðaravmarkaðar setanir verða misnýttar á føroyska fólkaskúlaøkinum. Yrkisfelagið Miðnám, sum í kvøld hevur sent út eitt tíðindaskriv, gevur Føroya lærarafelag fullan stuðul í teirra royndum at gera nakað við hetta óskilið í setanarviðurskiftunum hjá lærarum í fólkaskúlanum.
- Vit vilja vísa á, at støðan tíverri er eins ring á miðnámsskúlaøkinum sum á fólkaskúlaøkinum. Eisini í miðnámsskúlunum er tað júst soleiðis, at lærarar eru til setanarsamrøðu ár um ár, og at øll støðan tykist láturlig og meiningsleys fyri bæði setanarbólk og umsøkjara.
Kári Jespersen, formaður í Yrkisfelagnum Miðnám, vísir á, at í roynd og veru er talan um ein hin mest klassiska tvídráttin millum arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar - t.e. tvídráttin millum arbeiðsgevaran, sum vil hava ein starvsfólkahóp, ið er lættur at skifta út og arbeiðstakaran, sum vil hava trygg arbeiðskor.
- Í ES og Danmark hevur verið mett, at tað er óvirðiligt og streingjandi fyri fólk at halda tey í ótryggleikanum í áravís, og man hevur har fyri nógvum árum síðan gjørt lógir til tess at minka um talið av tíðaravmarkaðum setanum. Í Føroyum er hetta lógarverk tíverri ikki gjørt enn, og sømir tað seg als ikki einum framkomnum rættarsamfelag.
Formaðurin í Yrkisfelagnum Miðnám sigur, at tað gleðiliga í ár er, at tað eru metstór tøl av umsøkjarum til leysu størvini á føroysku miðnámsskúlunum. Hetta ber boð um eitt samfelag, sum eigur nógv vælútbúgvin fólk.
Hinvegin er tað sera ódámligt, heldur Kári Jespersen, um setanarmyndugleikin á skúlunum fer at gera sær dælt av vaksandi útboðnum av akademikarum til tess at varðveita óskikkin við afturvendandi tíðaravmarkaðum setanum.
- Her er neyðugt, at politiski myndugleikin kemur upp í og lóggevur á økinum, soleiðis at vit í Føroyum eisini, tá um tíðaravmarkaðar setanir ræður, kunnu samanbera okkum við grannar okkara í Evropa og kenna, at vit eins og tey leggja dent á tryggleika á arbeiðsplássunum.
At enda vísir formaðurin í Yrkisfelagnum Miðnám á, at lærarar hava sum fólk flest hús og heim at halda og gjalda, og tí eru galdandi viðurskifti beinleiðis ótíðarhóskandi í einum nútímans samfelag - eins og tað er fyri eitt arbeiðspláss, sum arbeiðir við mannaáskoðan, mannsømd og almennum dannilsi.