Politiskt bringuprýði

Velheld Johannesen heldur 331 milliónir stóra avlopið í fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000 vera politiskt brynguprýði hjá landstýrisfólkum, meðan pensjónistar fáa 26 milliónir at býta ímillum sín

? Skotið verður upp at geva fólkapensjónistunum 26 milliónir krónur afturat. Hetta gevur í miðal umleið 500 krónur til hvønn pensjónist um mánaðin. Hvat er hetta, sammett við tær 331 milliónirnar í avlopi á fíggjarlógini, sum verða nýttar til brynguprýði hjá Annfinni Kalsberg, løgmanni, Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra og Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í almanna- og heilsumálum. Her er bringuprýði fyri umleið 110 milliónir í part til tríggjar persónar.

Hetta vóru nøkur av orðunum, javnaðartingmaðurin, Vilhelm Johannesen hevði at siga í framsøgurøðu síni í tinginum undir fyrstu viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000.

Vilhelm Johannesen heldur tað ikki vera rætt, at halda fram at fremja risastórar sparingar á fíggjarlógini, tá yvirskotið er so stórt.


Knógva undir byrðum

Framsøgumaður Javnaðarfloksins vísti á, at lág- og miðalinntøkurnar framvegis knógva undir tungum byrðum. Hjá hesum inntøkum er skattatrýstið lutfallsliga høgt. Og meirvirðisgjaldið, gjaldið á brenniolju og onnur gjøld til landskassan gera saman við høga skattatrýstinum, at tað er torfør hjá hesum familjum at fáa endarnar at røkka saman.

Vilhelm Johannesen spurdi, hví júst tær barnaríku familjurnar og familjur við lág- og miðalinntøkum skulu hava torført við at fáa endarnar at røkka saman.

? Hví skulu hesi gjalda nógv meira til tað almenna, enn tað, sum neyðugt er, fyri at halda samfelagshjólunum gangandi? Segði Vilhelm Johannesen og spurdi, um hetta bert var fyri at landsstýrismenninir kunnu prýða seg við einum risastórum avlopi á fíggjarlógini.

Á sama hátt kom Vilhelm Johannesen eisini inn á tey veiku og sjúku í samfelagnum, og helt fyri, at hesa verða knúskað av risastórum sparingum á fíggjarlógini. Hann vísti á, hvussu stórur tørvur er á stovnsplássum, bæði hjá teimum eldru, hjá teimum brekaðu og hjá hjá børnum, og helt fyri, at játtanin til rakstur av stovnum á hesum økjum verður hildin niðri á sama hátt, sum tá herviliga kreppan var í hæddini og herjaði landið.


Hópuppsagnir hóast yvirflóð

Vilhelm Johannesen greiddi frá, at síðani fíggjarlógaruppskotið varð lagt fram, hava vit so at siga hvønn dag hoyrt skelkandi tíðindi um hópuppsagnir á almennu stovnunum. Serstakliga í sjúkrahúsverkinum.

Hann vísti á, at eitt sjúkrahús skal siga 40 fólk úr starvi og eitt annað skal siga 20 starvsfólkum upp.

Hetta helt Vilhelm Johannesen vera løgi fyribrygdi í dag, tá peningurin floymir inn í landskassan og avlopið á landskassaroknskapinum setur eitt met fyri og annað eftir.


Neyðtøka av skattaborgaranum

? Eg fati ikki, at Óli Breckmann, formaður Fólkafloksins á tingi, skal finna seg í, at Karsten Hansen, fíggarmálaráðharri, skal sleppa at taka heilar 331 milliónir meira frá skattgjaldarunum inn í landskassan, enn tørvur veruliga er á, fyri at landskassin skal svara hvørjum sítt.

? Við mínum besta vilja, dudi eg als ikki at fata, at Óli Breckmann skal góðtaka ein tílíkan almennan inntøkupolitikk. Er hetta ikki ein neyðtøka av skattgjaldarans peningi, uttan at veruligur tørvur er á, at hesin peningur verður tikin inn í landskassan?, spurdi Vilhelm Johannesen millum annað.

Hann setti í hesum sambandi spurningin, um Føroyar eru við at gerast ein politistatur.


Ikki í smálutir

Vilhelm Johannesen nam við fleiri onnur viðurskifti í sambandi við fíggjarlógaruppskotið, men vildi tó ikki fara í smálutir í hesum umfarinum. Tó lovaði hann, at hann sum fíggarnevndarumboð skuldi viðgera allar smálutir í uppskotinum.