Politiskt svans við almennari ogn

Tað eru orðini, sum Høgni Hoydal nýtir um handfaringina hjá landsstýrinum av makrelfiskiskapinum í ár. Hann hevur tí sett løgmanni 12 spuringar, sum hann skal svara á tingfundinum týsdagin.

Spurningarnir eru soljóðandi:

1. Hava løgmaður og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fyrr í ár upplýst fyri Løgtinginum, at tað fór ikki at bera til at selja makrelloyvi og –kvotur hjá til dømis línuskipum og teimum skipum, ið hava felagskvotur við hámarki?

2. Vistu løgmaður, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum og teirra umsiting ikki tá, at tað fór at bera til hjá til dømis línuskipum at selja sína makrelkvotu eftir tí leisti, ið nú verður nýttur? Og um so er, hví varð tað ikki upplýst?

3. Heldur løgmaður, at Løgtingið hevur fingið skeivar upplýsingar, ella at týðandi upplýsingar eru afturhildnar fyri tinginum í hesum sambandi?

4. Er tað rætt, at eisini rækjuskip, trolarar á fjarleiðum ella aðrir bólkar kunnu selja sína makrelkvotu víðari á sama hátt sum línuskipini?

5. Hví kunnu útróðrarbátar ikki gera tað sama sum til dømis línuskip, og er talan ikki um grovan mismun í fyrisitingini mótvegis vinnurekandi og borgarum?

6. Hví varð ein kvota sett á 5.000 tons hjá línuskipum í mun til fyrsta uppskotið til kunngerð, har línuflotin hevði felagskvotu saman við m.a. útróðrarbátum og garnaskipum, og hvussu varð hetta viðgjørt í samgonguni, umsitingini og sonevnda “makrelbólkinum”?

7. Hvørji landsstýrisfólk og/ella tingfólk í samgonguni settu krav fram um, at línuskipini skuldu hava egna kvotu á 5.000 tons í mun til fyrsta uppskotið til kunngerð?

8. Hava landsstýrisfólk ella tingfólk í samgonguni ella nærstandandi familjulimir hjá teimum ognarlutir í línuskipum ella øðrum skipum, ið kunnu selja sínar kvotur – og um so er, hava nøkur av hesum brúkt politiskt trýst fyri at ávirka býtið?

9. Hvussu nógv kann kvotan hjá ávikavist línuskipum, hjá rækjuskipum og hjá møguligum øðrum skipabólkum verða seld fyri í krónum og oyrum?

10. Hvussu nógv fær tann vanligi fiskimaðurin burtur úr hesum sølum, og hvussu nógv fáa reiðararnir?

11. Hvør manning er mynstrað við teimum skipum, ið selja (hvussu nógvir, úr hvørjum londum og við hvørjum sáttmálum), og hvussu nógv fær hvør fiskimaður í krónum og oyrum á einstøku skipunum fyri søluna?

12. Eftir hvørjum sáttmálum verður manningin avroknað í sambandi við at keypa og selja makrelkvotur?

Høgni Hoydal sigur, at orsøking til fyrispurningin er er einføld:

– Her er talan beinleiðis politiskt svans við almennari ogn, ósakligar avgerðir í fyrisitingini, mismun móti vinnurekandi, skeikling av allari føroyskari vinnu og skeivar og/ella villleiðandi upplýsingar til Løgtingið í sambandi við avgerðirnar um makrelfiskiskapin í 2012, sigur hann.

Høgni Hoydal vísir á, at løgmaður hevur verið formaður í einum sonevndum “makrelbólki”, sum sigst hava tikið allar avgerðirnar um skipan og býti av føroysku makrelkvotuni fyri 2012. Og hann hevur eftirlit við, at landsstýrisfólk fyrisita lógliga og sakliga. Tí verður fyrispurningurin settur honum.

– Tað er nærum ógjørligt at skilja, at føroyska vinnan, føroyska embætisverkið og meirilutan av tingfólki ikki gera sína støðu greiða og rætt og slætt nokta fyri at taka lut í tí spæli, sum her fer fram. Tað hevur einki við ábyrgdarfulla umsiting av landsins ognum ella javna vinnuliga kapping at gera, tá tilfeingi fyri milliardavirði verður tilvildarliga býtt millum ávís privat vinnurekandi eftir politiskum rossahandlum – har summi so kunnu selja sín part víðari fyri millónaupphæddir, uttan at hava skapt ella framleitt nakað úr teimum loyvum, teimum politiskt varð tillutað, sigur hann.

Hann vísiri eisini á, at andstøðan mótmælti staðiliga teimum avgerðunum og teirri politisku og umsitingarligu viðgerð, ið fór fram av makrelfiskiskapinum í vár.

– Og andstøðan legði eisini í vár eitt og sjálvstøðugt uppskot fyri tingið um fyribils at steðga allari sølu av veiðiloyvum, fisikiloyvum og fiskirættindum – m.a. við teirrri grundgeving, at makrelfiskiskapurin fór at elva til spekulasjón og kreativar loysnir. Tað varð felt av samgongumeirilutanum. Tjóðveldi hevur nú sett uppskotið fram aftur. Tað er sostatt 6. ferð seinastu 8 árini, at Tjóðveldi leggur eitt liðugt lógaruppskot fram, ið steðgar spekulasjón í fiskivinnuni. Tey eru feld hvørja ferð, sigur Høgni Hoydal.

Hann vísir á, at undir viðgerðini á tingi av makrelfiskiskapinum søgdu bæði løgmaður og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, at tað fór ikki at bera til at selja makrelkvotur hjá teimum skipabólkunum, ið ikki hava eginkvotur. Men eftir at Løgtingið hevði viðgjørt málið, varð kunngerðin – ið hevði verið send til hoyringar hjá vinnuni – broytt. Nú fingu m.a. línuskipini eina felagskvotu á 5.000 tons. Í upprunaliga uppskotinum skuldu tey hava felagskvotu saman við útróðrarflotanum.

– Hví varð hetta broytt, um ikki landsstýrið, umsitingin og tey, ið hava trýst á fyri broytingini, ikki vistu, at hetta fór at verða selt víðari við kreativum loysnum? Tí eingin kann við sakligum grundgevingum vísa á, at tað fór at verða gjørligt hjá línuflotanum sjálvur at fiska 5.000 tons av makreli, sigur Høgni Hoydal.

Hann sigur, at alt nú bendir á, at eisini aðrir skipabólkar sum eitt nú rækjuskip, verksmiðjutrolarar ella aðrir bólkar í kunngerðini um makrelfiskiskap kunnu gera tað sama sum línuskipini.

– Bert útróðrarflotin og hini fáu skipini, sum teir eru settir í bólk við, eru eftir øllum at døma enn einaferð grovliga forfordeildir. Tað hevur verið upplýst í fjølmiðlunum, at tá línuskipini selja sínar kvotur, so skal manningingin hava part av søluni.

– Men hvør er manning á teimum 21 línuskipunum? Hvørjir sáttmálir eru galdandi? Og hvat við teimum skipum, ið ikki hava verið til fiskiskap leingi, men hava ligið við kai? spyr Høgni Hoydal, sum sigur, at spurningarnir verða sett til tess at kasta ljós á mongu ósvaraðu spurningarnar.