Tað er at biða um kritikk, at seta ein búskaparfrøðing, sum hevur verið politiskt virkin, í Búskaparráðið at lata óheft ráð til landsins myndugleikar.
Tað heldur løgtingsmaðurin Bill Justinussen, sum seinnapartin mikudagin setti landsstýrismanninum við fíggjarmálum ein munnligan fyrispurning í løgtinginum um hetta.
? Búskaparráðið skal hevja seg upp um vanligan politikk og bara hugsa um búskaparfrøði. Tí er tað sera óheppið, at landsstýrismaðurin hevur valt ein búskaparfrøðing, sum hevur stillað upp fyri ein politiskan flokk, í Búskaparráðið, heldur Bill Justinussen, sum umboðar Miðflokkin í løgtinginum.
Skaðar áltið
? Magni Laksáfoss hevur verið uppstillaður fyri ein politiskan flokk, hann hevur verið frammi við politiskum meiningum um eitt nú blokkstuðulin, og hann hevur eisini havt avgjørd sjónarmið um sjálvt Búskaparráðið.
Tí heldur Bill Justinussen, at tað er skeivt at landsstýrismanninum við fíggjarmálum at velja Magna Laksáfoss í Búskaparráðið.
? Hetta skaðar álitið á Búskaparráðið, og hóast onkur vil føra fram, at fyrrverandi formaðurin eisini hevði verið politiskt virkin, so er tað eingin umbering fyri at gera mistakið einaferð afturat, heldur Bill Justinussen.
Trupult at finna ópolitisk fólk
Fyrrverandi landsstýrismaðurin við fíggjarmálum Karsten Hansen vil ikki kolldøma Magna Laksáfoss sum lim í Búskaparráðnum, og Karsten Hansen valdi eisini Herman Oskarsson í Búskaparráðið, hóast hann hevði verið uppstillaður til eitt val.
? Tað er trupult at finna persónar í føroyska samfelagnum, har tey nærmastu ikki vita, hvar tey standa politiskt. Tí ræður tað fyrst og fremst um at arbeiða professionelt og leggja dent á sjálvt fakið. Tað gjørdi Herman Oskarsson, og tað fer Magni Laksáfoss uttan iva eisini at gera, sigur Karsten Hansen, sum umboðar Tjóðveldisflokkin í løgtinginum.
Karsten Hansen heldur, at tað hevði verið best, um fólk, sum ikki hava verið virkin í politikki, vóru í Búskaparráðnum, men hann tekur ikki undir við teimum, sum finnast at valinum av Magna Laksáfoss.
? Magni Laksáfoss hevur verið virkin og uppstillaður í Sambandsflokkinum, og hann kann koma at renna seg í nøkur ting, sum hann áður hevur ført fram, men eg síggi einki galið við at velja hann í Búskaparráðið, sigur Karsten Hansen.
Valdi millum innstillað fólk
Tað er Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, sum hevur valt Magna Laksáfoss í Búskaparráðið, og hann er ikki samdur við sjónarmiðinum hjá Bill Justinussen.
? Eg fekk eina innstilling frá Setursráðnum við seks fólkum, sum eg valdi ímillum. Magni Laksáfoss var ein av teimum. Eg haldi ikki, at tað skal diskvalifisera ein persón, at hann einaferð hevur givið sína politisku hugsan til kennar alment, og tað helt Setursráðið heldur ikki.
Bill Justinussen heldur, at tað skaðar álitið á Búskaparráðið, at ein búskaparfrøðingur, sum hevur verið politiskt virkin, er valdur í ráðið. Er tað ikki rætt?
? Nei, tað haldi eg ikki. Eg rokni við, at Magni Laksáfoss kann geva Búskaparráðnum eina innspræning við sínum meningum, og tað er eingin orsøk at velja sjey fólk, sum øll hava somu meining. Tey sjónarmið, sum Búskaparráðið hevur, eru sjónarmið, sum fólkini í ráðnum eru blivin samd um at hava, og tí verður tað ikki bara nøkur sjónarmið hjá einum einstøkum búskaparfrøðingi, sum koma út, sigur Bárður á Steig Nielsen.