Politiskur friður á Skálafjørðinum um eldraøkið

Borgarstjórin í Runavíkar kommuna kallar samstarvið fyri fyrimyndarligt

Runavíkar kommuna hevur nú svarað Kommunufelagnum upp á spurningin, um hon framhaldandi ynskir, at tað er eitt lógarkrav, at kommunurnar skipa seg í kommunal samstørv, ella um kommunurnar ynskja, at hendan áseting verður broytt, soleiðis, at eldraøkið verður lagt til einstøku kommununa uttan nøkur krøv um samstarv. 


Í svarinum, ið kommunan hevur sent miðlunum, verður víst á, at tað millum tær tríggjar kommunurnar á Skálafjørðinum, ið eru saman um eldrasamstarvið Roðin, valdar fullkomin politiskur friður á økinum.


- Samstarvið hevur virkað fyrimyndarliga væl, og higartil er ongin politisk roynd gjørd fyri at taka samstarvið sundur aftur, og ongar ábendingar eru um, at tað fer at henda í næstum ella í bræði - um nakrantíð, skrivar Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.


Í skrivinum verður víst á, at Trivnaðarnevndin í Runavíkar kommunu fyrr í vikuni kom til ta niðurstøðu, at verandi lóg ikki er ein trupulleiki fyri kommununa.


- Trivnaðarnevndin hevur á fundi einmælt samtykt at kunna Býráðið um hoyringsáheitanina frá Kommunufelag Føroya. Trivnaðarnevndin er samd við niðurstøðuni hjá Trivnaðardeildini um, at lógarásetingin um samstarvsøkið ikki er ein trupulleiki hjá Runavíkar kommunu, ljóðar niðurstøðan hjá nevndini.


Borgarstjórin vísir eisini í skrivinum á, at lógarásetingin er óviðkomandi fyri Runavíkar kommunu, tí kommunan er so mikið stór, at hon avgerð sjálv, um hon er partur av einum samstarvi innan eldraøkið ella ikki. Tó er lógarásetingin viðkomandi fyri Sjóvar kommunu og Nes kommunu, ið eru hinar kommunurnar í eldrasamstarvinum Roðin.


- Av tí at fleiri enn 3 túsund fólk (fleiri enn 4 túsund í løtuni) búgva í Runavíkar kommuna, er lógliga ásetingin um samstarvsøki kommununi óviðkomandi. Hon kann skipa seg sjálva á eldraøkinum, alternativt kann hon velja at fara í samstarv við aðrar kommunur í Eysturoy. Tilvitað og við fullari semju í Runavíkar býráði valdi Runavíkar kommuna hendan seinra møguleikan, og valdi at skipa eldraøkið saman við Nes- og Sjóvar kommunu í samtakinum Roðin. Hinar báðar kommunurnar høvdu ikki sama frælsi, støddin treytaði at tær funnu sær eitt samstarv at virka í, skrivar Tórbjørn Jacobsen.


Borgarstjórin endar skrivið við at vísa á, at hóast lógarásetingin sostatt ikki bindur Runavíkar kommunu á nakran hátt, so er kommunan kortini av tí áskoðan, at hon eigur at strikast.


- Hóast hetta er Runavíkar kommuna av tí áskoðan, at lógarkravið, um at kommunurnar skipa seg í kommunal samstørv, eigur at verða umskipað, soleiðis, at eldraøkið meginregluliga verður lagt til einstøku kommunurnar, kortini við tí undantaksáseting, at til ber at skipa seg í kommunal samstørv, um tvær ella fleiri kommunur ætla og ynskja samstørv av slíkum slagi innanfyri somu landafrøðiligu mørk, sum lógin longu ásetur, skrivar Tórbjørn Jacobsen.