Politiskur viðmerkjari: Óprofessionelt av Tjóðveldi

Væntar kortini ikki at hendingin um vikuskiftið fær avleiðingar fyri Annitu á Fríðriksmørk

Tað fær neyvan nakrar avleiðingar, at Annita á Fríðriksmørk, tingbólkaforkvinna hjá Tjóðveldi, kallaði floksfelagan og tingformannin Páll á Reynatúgvu fyri ein psykopat og egoist. Tað var metingin hjá Eiriki Lindenskov, blaðstjóra á Sosialinum og politiskur viðmerkjari, tá morgunsendingin hjá Kringvarpinum, Góðan Morgun Føroyar, spurdi hann hvat úrslitið verður av stríðnum í Tjóðveldi.

- Tað verður kanska tað, at Páll kemur út og sigur, at hann tekur tað til eftirtektar. So verður hann kanska tann størri maðurin. At fara at ofra forkvinnuna í tingbólkinum, tað hugsi eg ikki tey gera. Eg vænti tey finna eina smidliga loysn, segði hann við Góðan Morgun Føroyar.

Í samrøðuni vísti hann eisini á, at tað er ikki óvanligt, at fólk brúka hvassar vendingar, tá man ikki úttalar seg alment, men kallar tað óprofessionelt av Tjóðveldi at lata eina slíka upptøku koma út á netið.

- Hatta er jú sagt millum tveir persónar. Tað verður mangt sagt, ið ikki verður sagt alment. Tað vita vit øll, at Annita á Fríðriksmørk hevði ikki funnið upp á at sagt hatta alment. Sjálvandi hevði hon ikki tað. Tað hevði nokk eingin gjørt. Orð verða brúkt hvassari millum tvey fólk, ið práta, og ikki vita, at alt Føroyar fólk hoyrir tað. Hinvegin kann man siga, at tað er heilt óalmindiliga óprofessionelt av Tjóðveldi at leggja slíkt út á netið uttan at lurta eftir tí, segði hann við Góðan Morgun Føroyar.