Politkovskaja-morðið í rættin

Ákæruvaldið í Russlandi sigur nú, at tað hevur savnað nóg mikið av próvtilfari til at ákæra fimm menn í sambandi við morðið á tíðindakvinnuna Onnu Politkovskaja, sum bleiv skotin uttan fyri íbúð sína í Moskva fyri seks árum síðani.

Myndugleikarnir hava havt eina serliga nevnd at kanna morðið, og formaðurin í nevndini, Vladimir Karkin, sigur, at nevndin heldur fram við at kanna teir, sum eru undir illgruna fyri at hava bílagt morðið.

Nakrir av teimum fimm skuldsettu hava verið í einum hernaðarrætti í Moskva fyrr, har teir vórðu fríkendir. Men hinir hava sitið í fongsli síðani. Teirra millum er kekenin Rustam Makhmudov, sum sambært myndugleikunum var tann, ið skeyt Onnu Politkovskaja.

Ein løgreglumaður, Dmitrij Pavljutsjenkov, hevur viðgingið, at hann hevði samband við morðið.