Leygarkvøldið tók Suffía Nón eitt filmsbrot úr køksvindeyganum av heimbygd síni Fuglafirði. Veðrið var gott, tað var eitt stilt og vakurt seinvárskvøld, men spakuliga kemur mjørkin sníkjandi inn eftir fjørðinum.
Á filmsbrotinum, sum er eitt sonevnt timelapse-video, har ferðin á brotinum er sett nógv upp, sæst, hvussu pollamjørkin kemur inn eftir fjørðinum og út á kvøldið myrkaleggur alla bygdina.
Filmsbrotið er væl umtókt. Tað er deilt 117 ferðir um allan heimin, sigur Suffía Nón, og fleiri enn 10.000 ferðir hava fólk sæð tað. Og við loyvi frá Suffíu, ber nú til at síggja tað her á in.fo eisini.
Upprunabrotið er at síggja á Facebook-vanganum hjá Suffíu Nón.