Eitt talsfólk fyri pólska uttanríkisráðið sigur, at sjey dronur og ein rakett eru funnar, eftir at fleiri dronur í nátt komu inn í pólskt loftrúm.
Hetta veit Reuters at siga.
Fremsti russiski diplomaturin í Póllandi, Andrej Ordasj, sigur, at pólsku ákærurnar eru grundleysar.
- Eingi prógv eru fyri, at dronurnar, sum talan er um, eru russiskar, sigur hann.
Diplomaturin sigur eisini, at hann er biðin at koma í pólska uttanríkisráðið um hendingarnar í nátt, sum hava órógvað pólsku tjóðina.
Sambært pólska forsætisráðharranum, Donald Tusk, vóru tilsamans 19 hendingar í nátt, har gingið varð pólskum loftrúmi ov nær.
Hann leggur aftrat, at flestu dronurnar komu inn í pólskt loftrúm úr Hvítarusslandi, og einar fýra av hesum dronum vórðu skotnar niður.
Lesið eisini:
https://www.in.fo/news-detail/polland-vil-aktivera-grein-um-nato-fund-eftir-dronuavaring