VW eru komnir við eini nýggjari útgávu av Polo, sum kom á marknaðin fyri góðum trimum árum síðan. Tá bleiv Polo eins stórur og VW Golf II frá 80-unum.
Sereyðkenni fyri allar teir níggju VW-bilarnar er V-formaða kølaragittari, sum Polo nú eisini hevur fingið saman við nógvum øðrum broytingum, bæði uttan og innan.
Bilurin er fullkomiliga broyttur framman við t.d. nýggjum kølaragittari, kúfangara og forlyktum, baklyktirnar eru eisini nýggjar og síðu-blunkljósini eru nú í síðuspeglunum, sum á VW Golf.
Innan eru fleiri broytingar og alt er gjørt úr betri tilfari, sum t.d. setrini, instrumentborðið og rattið. Blaupunkt-radio við fløguspælara, MP3-spælari og fýra hátalarar eru standard eins og fartpilotur, elektronisk startsperra, og tríggjar nakkastúttur aftan.
Fyri 4.000 krónur eyka fæst Polo við DK-pakkanum við t.d. el-síðurútum framman, hita at stilla í forsetrunum, el-síðuspeglum við hita, skuffum undir forsetrunum, el-upphitaðum sprinklaradysum, eisini eru kúfangarar, listar, síðuspegl og hurðahandtøk lakkeraði í sama liti sum bilurin.
Av trygdarútgerð kunnu vit nevna ESP stabilitetsprogramm við bremsuassistenti, EDS og ASR. Airbag framman og í síðunum og elektroniska startsperru.
Allar útgávurnar hava elektrohydrauliska servostýring sum standard. Fyrimunurin við hesi servostýring er, at hon alla tíðina lagar seg til ferðina, og hvussu bilurin er lastaður. Polo var ein av fyrstu bilum við viskarum úr gummi, eisini tað sum viskaragummiið er heft í. Hetta fyri at viskararnir skulu larma minst møguligt.
Polo fæst við seks ymiskum motorum, tríggir bensin og tríggir diesel. Bensinmotorarnir eru hesir: 1,2 litur 3 syl. við 55 hk, tveir 1,4 litur við ávikavist 75 og 101 hk. TDI dieselmotorarnir eru: 1,4 litur 3 syl. við 80 hk, og tveir 1,9 litur við ávikavist 101 og 130 hk. Allir motorarnir eru orkusparandi og lúka tey strongu EU4 krøvini fyri umhvørvisvernd.
Bilurin kann síggjast og roynast hjá Bilasøluni í Hoyvík, og prísirnir byrja við kr. 163.000 fyri ein 1,2 litur við 55 hk.
VW Polo 1,4 5/h
Motorurin1,4 litur 4 syl. bensin 75 hk
0-100 km/t12,9 sek
Bensinnýtsla15,5 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd165/70-14
Stødd og vekt
Longd391,6 cm
Breidd165,0 cm
Hædd146,7 cm
Eginvekt1.025-1125 kg
Viðførisrúm270 / 1030 litrar
Prísurkr. 175.000,- metallak (+ 4.000,-)
SøluumboðBilasølan
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tel. 315354
www.bilasolan.fo