Pólsk ferðabók um Føroyar hevur vunnið virðisløn

Føroyar gerast alsamt sjónligari sum ferðavinnuland, eisini í Pólandi

 

Kinga Eysturland við virðislønini (Mynd: Ivan Eginsson Eysturland)

Kinga Eysturland við virðislønini (Mynd: Ivan Eginsson Eysturland)

At Føroyar gerast alsamt sjónligari sum ferðavinnuland, sýnir eisini talið av ferðahandbøkum, sum verða givnar út í útlondum.

 

Í fjør kom tann kanska mest nágreiniliga ferðabókin um Føroyar nakrantíð út á pólskum, eisini um vit sammeta við ferðabøkur um Føroyar, ið eru givnar út á øðrum tungumálum.

 

Útgávan um Føroyar hjá forlagnum PCIT-TRAMP í Stettin (Szczecin) telur heili 384 síður. Bókin er á tremur við upplýsingum ikki bara um ferðamøguleiikar fyri vitjandi, men eisini søgu, mentan og um gerandisdagin hjá føroyingum. Nógvar myndir eru eisini at finna í bókini. 

 

Fríggjadagin 27.mai varð árliga handanin av virðislønum fyri pólsku bókaútgávur innan ferðavinnuna hildin í kendu og stásiligu vísinda- og mentanaborgini mitt í Warszawa. Tað er stóra forlagið "Magazyn Literacki KSIĄŻKI", sum hevur givið so kallaðu "Magellan virðislønir" út til bókaútgevarar á hvørjum ári síðani 2009. "Wyspy Owcze - przewodnik turystyczno-kulturowy" ("Føroyar - ferða- og mentanarleiðari") varð kósin besta tekstferðabókin í Póllandi í 2022. 

 

Kinga Eysturland, búsitandi í Klaksvík, skrivaði ein stóran part av tekstinum. Í útgávuni luttóku eisini Łukasz Łach, Marcin Michalski, Maciej Brencz og Marcin Jakubowski, ið ritstjórnaði. Tey hava øll havt stóran áhuga og tætt samband við Føroyar ígjøgnum eitt langt tíðarskeið.

 

Ferðahandbókin eftir Kingu og hini varð útseld eftir bert fáum mánaðum og nýggja útgávan av henni er nú í úmbúna, og fer til prentingar skjótt. 

 

##med2##

 

##med3##

 

 

Kinga Eysturland við virðislønini (Mynd: Ivan Eginsson Eysturland)

Kinga Eysturland við virðislønini (Mynd: Ivan Eginsson Eysturland)

Pólska ferðabókin um Føroyar

Pólska ferðabókin um Føroyar

Virðislønin (Mynd: Ivan Eginsson Eysturland)

Virðislønin (Mynd: Ivan Eginsson Eysturland)