Pontius Pilatus var skoti

Tað segði Helgi Magnusarson, vinmaður okkara, umborð á Norrönu á veg til Scrabster í Skotlandi tann 2. juli. Helgi var ein teirra, ið hevði ætlað sær við okkum á ferðini á motursúkklu til Keltalands – Skotlands og Írlands. Tað varð av ongum, tí hann fór strúkandi suður gjøgnum Skotland og Ongland við familjuni í bili í staðin. Eg hugsaði við mær, at hetta er tað vanliga skemtið hjá Helga. Tað kundi líkst honum at bilt okkum inn, at Pontius Pilatus var skoti

Sonne Smith

 

2. partur

 

Men Helgi leyg ikki. Hann lænti mær bókina: Ferðin gongur til Skotlands. Á síðu 94 stendur: Pilatus og Skotland. Rómverski landshøvdingurin Pontius Pilatus, sum feldi deyðadómin yvir Jesus, varð føddur í Skotlandi. Sum sonur høvdingin á staðnum varð hann borin í heim í teirri lítlu bygdini Fortingall einar tíggju kilometrar vestan fyri Aberfeldy í ein útsynning úrPitlochry. Í kirkjugarðinum í bygdini stendur eisini helst elsta takstræ í Europa. Ein 5000 ára gamal oldingi.

Komnir heim aftur av ferðini til Keltalands tosaði eg við Hjørleif Kúrberg, sum var við Norrönu, tá ið vit fóru. Hjørleif kennir Skotland næstan líka væl sum sín egna lumma. Kortini hevur hann ongantíð verið í Fortingall, og tað er hann eitt sindur forsyndaður um. Á teirri tólv tíma longu ferðini til Scrabster var Hjørleif okkum ein hollur leiðbeinari. Vit fingu nógvar tímar at ganga saman við honum. Maðurin dugir ótrúliga væl at fortelja og lýsa tey mongu støðini, har hann hevur verið í Skotlandi, yndislandi sínum.

Vit fylgdu mongum ráðum frá Hjørleifi á ferðini suður gjøgnum Skotland, og umframt tað at fylgja ráðunum frá vegleiðara okkara, avráddu vit, at bygdina, har Pontius Pilatus var føddur, skuldu vit síggja.

 

Fyrsta og einasta óhapp

Tað er sera drúgt hjá Norrönu at leggja at í Scrabster. Hon fær verri enn so allan rampan niður. Út skipinum er ein smalur rampi, tí í Scrabster er eingin atløgupirur, sum líkist tí á Bursatanga í Havn. Sjálvandi ynskja og vóna vit, at skotar fara at gera eina kai, sum hóskar til eitt so stórt skip sum Norrönu, tí sum er tekur tað alt ov langa tíð hjá akførum at koma í land.

Passið skal vísast í Skotlandi sum alla aðrastaðni. Tá ið eg støðgi hjá passeftirlitsmanninum, letur í honum: “The first one has got a flat tyre.” Ólukkískilið, hugsi eg. Súkklan hjá tí fyrsta av okkum fýra, sum komu í land, er punkterað. Hvat nú? Komin til hinar tríggjar, siggi eg, at Júst situr at húka. Ein pumpuslanga er fest á ventilin á framhjólinum. Eirikur hevði, sum tann ongantíð ráðaleysi maður hann er, tikið eina elektriska pumpu við at seta í 12 volt-sambandið á Honda-súkkluni. Júst skuldi bara koyra luft í einaferð afturat í Írlandi, so tað var ikki so galið kortini. Annars hevði Júst øll møgulig amboð við sær. Teir tríggir høvdu eisini adaptara – millumstykki – við sær, so tú fekst løtt fartelefonina upp. Slíkt hevði eg sjálvandi ikki hugsað um.

Hetta við luftini tók eisini sína tíð, og umframt tað, varð ein hálvur tími lagdur afturat, tí onkur hevði lænt telefonina hjá Júst. Hana mátti hann hava við. Endiliga kom bilurin við persóninum, sum hevði lænt telefonina í land. Hon bað umskylda og ynskti okkum góða ferð.

Vit skuldu koyra til Thurso nakrar fáar minuttir frá Scrabster. Nú var vorðið seint, og vit brúktu eina góða løtu, áðrenn vit funnu hotellið, har vit høvdu bílagt okkum kamar, áðrenn vit fóru úr Føroyum.

Gott var at sleppa í song, tí vit skuldu tíðliga upp morgunin eftir at koyra og koyra ...

 

Fantastiska Skotland

... og koyra. Í Skotlandi er vinstrakoyring. Tað venur tú teg við alt fyri eitt. Rundkoyringarnar eru veldiga stórar. Tað var heldur einki fyri. Tað gekk annars leingi eftir slalom-vegi gjøgnum skógvaksið lendi suður gjøgnum hetta ótrúliga flotta og vakra land. Vit hvíldu okkum í løtum á ferðini suðureftir, og vit syrgdu fyri at bunkra við ávísum millumbili. Ikki allir tangar taka líka nógv, so vit avráddu okkara millum at bunkra fyri hvørjar 230 kilometrar.

Vit støðgaðu við Loch Ness, tó at vit ikki tímdu at vita, hvar Loch Ness-skrímslið mundi vera. Nessie eitur tað. Tey selja smáar Nessie’ar allastaðni fram við Loch Ness. Skrímslið er til sum fittur figurur í milliónatalið. Enn hevur eingin funnið Nessie. Tey hava leitað eftir honum síðan einaferð í 500-talinum. Ja, ja, tað svitast ikki, at hetta fitta, elskuliga skrímsl, kemur fram í bløðunum um summarið í agurkutíð. Søgurnar um Nessie hava gingið í 1500 ár. So tíðliga sum í 565 skal hon hava dripið ein mann, sum svam í ánni Ness. Og eftir at høvuðsvegur A82 læt upp í 1933, hevur ein fantasiríkur søgufloymur gingið stútt um skrímslið. Satt er, at tað eru meira enn 1000 vitnisfrásagnir til. Ivafólk og vantrúgvandi forklára fyribrigdið við holvdum bátum, kópi, træbulum – ella einum whisky og nógv í pubbini.

Apropos whisky, so vóru tað írar, sum komu við sínum whiskey til Skotlands í 1400-talinum. Írar eru eins og skotar keltar, og sum slíkir eru teir rættiliga góðir við hvør annan. Írar siga um skotar, at teir eru írar við sjóverki.

 

Fortingall

Sum sagt so gjørt. Vit fóru at leita eftir bygdini Fortingall, ið sigst vera føðistaður Pontius Pilatus, sonur ein rómverskan høvding og eina skotska kvinnu. Hann fekk ongantíð navnið MacPilatus.

Vit funnu bygdina mitt inni í landinum. Landslagið er av tí vakrasta, vit nakrantíð hava sæð. Vegirnir eru ógvuliga smalir og gamlir, men góðir.

Uttan fyri ta víðagitnu, einastandandi vøkru sóknarkirkjuna í bygdini hittu vit eini amerikonsk hjún. Úr Kalifornia. Eg helt, at tann frintligi amerikanarin og fyrikomandi kona hansara vóru vísindafólk. Tey vistu eina ásins rúgvu um ta fornu søguna um Pilatus og kirkjuna. Jú, so langt norður komu rómverjar. Heilt norður til Miðskotlands tóku teir land.

Pontius Pilatus var rómverskur landshøvdingur í Judea frá árinum 26 til 36, og sum øll verðin veit, hevði hann ábyrgdina av, at Jesus Kristus varð krossfestur. Men at hann skuldi vera skoti, ella at hann skuldi vera føddur í Skotlandi er sera ósannlíkt, tí hann varð føddur bara nøkur heilt fá ár eftir, at rómverjar tóku syðra part av Skotlandi, og harafturat krevja bygdir bæði í Týsklandi og Spania heiðurin fyri at hava borið Pontius Pilatus í heim.

Tað 5000 ára gamla tasktræið í kirkjugarðinum í Fortingall er eitt træ við bleytum nálum, havav navnið tasktræ. Træið er ivaleyst tað elsta í Europa. Ið hvussu er veit eingin nakað um nakað eldrið træ. Tað er lágt og kryplað. Hvat annað skal ein so gomul, livandi vøkstur vera! Oldingin eitur The HYPERLINK "http://en.wikipedia.org/wiki/Fortingall_Yew" o "Fortingall Yew" Fortingall Yew

Pilatus ella ikki Pilatus. Fortingall er eitt tað vakrasta plássið í Skotlandi. Ein bygd frá forntíð, heilt aftur til rómverjar, sum eftir øllum at døma bygdu staðin. Og her hevur Hjørleif Kúrberg altso ikki verið!

 

Í terrorbøli í Glasgow

Vit koyra og koyra. Kilometur eftir kilometur. Vit skulu jú til Írlands eisini. Heilt har suðurvesturi í Skotlandi er ferjuhavnin Stranraer. Hagar skulu vit. Hagar slepst ikki eftir einum degi, so vit gistu nakrar ferðir í Skotlandi. Á vegnum suður eftir, í vestara hálendinum, gistu vit í einari bygd, sum eitur Laggan. Har funnu vit eitt pinkalítið hotell, sum vit hildu var so stak hugnaligt við sera fyrikomandi vertum. Har var so gott at vera, at vit hildu, vit skuldu royna tað aftur á norðurleið. Hotellið eitur The Monadhliath Hotel. Tað var upprunaliga bygt sum hjáhús hjá einari kirkju. Kirkjan frá 19. øld var ongantíð liðug. Hon minti okkum onkusvegna á Múrin í Kirkjubø, ivaleyst tí hon ongantíð varð liðug. Hotellið stendur við møtistaðin við vegirnar A86 og A889. Hetta er ein høvuðsleið til Norðurvesturskotland úr suðri og eystri.

Vit koyra víðari og koma á motorvegin, ið gongur gjøgnum Glasgow. Tað skuldi verið skjótt at komið gjøgnum henda betongstórbýin. Men hvat hendir! Gbs’arin hjá Júst riggar ikki. Vit eru brádliga vilstir og støðga beint har við floghavnina í Glasgow, har, sum terrorbumban brast herfyri. Vit konsultera kortið, sum Eirikur hevur í plastlumma á tangataskuni. Hetta er ógvuliga fløkt. Her standa vit, fýra mans á hvør sínari motorsúkklu og vita einki. Júst roynir at fáa skjútsið hjá sær at rigga aftur. Tað lukkaðist seinni, men áðrenn tað kom floghavnarpolitiið og bað okkum flyta okkum. Teir gjørdu enntá eitt lítið sirenuýl, so vit skuldu skilja, hvat teir meintu. Allright, samdust vit um. Har í nánd stóðu nakrir politistar. Eg bað Eirik rulla hagar, teir stóðu, og eg gekk aftan á honum. Politistarnir vóru sera hjálpsamir. Teir peikaðu á kortið. Vit heilsaðu og takkaðu og koyrdu við eftir gbs’aranum, sum nú var í lagi aftur. Hann førdi okkum mitt inn í hjartað á Glasgow á ein veldugt vegakervi í fleiri hæddum. Júst hyggur á gbs’aran og gjørdi eitt ógvuliga knappa u-snaring. Hinir aftaná. Allir uttan Eirikur. Vit mistu hann úr eygsjón og støðgaðu. Lítið bil seinni kemur hann undan, vinkandi í einum ferðslutrunka.

So vóru vit saman aftur, og komu til Stranraer í øllum góðum. Tað vildi so til, at ferjan, ein hjá Stena Line, fór um tíggju minuttir.

Vit sluppu við og vóru nú á veg til Belfast í Norðurírlandi.