Pool er kul millum tey ungu

-<DPTAB>    Eg satsi ikki uppá annan ungdóm enn tann, sum er her í Fuglafirði. Men øll eru sjálvandi vælkomin higar, sigur Hallur Poulsen, sum í farnu viku lat upp nýtt spælistað í Fuglafirði.

Fuglafjørður: Hetta er væl kent í øðrum støðum, og nú er tað so eisini komið til býar í Fuglafirði.
Í farnu viku lat nevniliga upp eitt nýtt spælistað, har tey ungu nú hava fingið møguleika at spæla nøkur av somu spølum, sum javnaldrar teirra kenna í øðrum londum.
Tað var ikki neyðugt at lýsa stórvegis við ætlanini, tí ikki gekk long tíð fyrrenn hesi tíðindini fóru at ganga sum rótasúpan í býnum.
Hóast spælistaðið bert hevur verið opið í eina viku, er longu líkt til, at eigarmaðurin, Hallur Poulsen kann vera nøgdur við undirtøkuna.
- Jú, her hevur verið rættiliga nógv fólk, og tí síggi eg ljóst uppá framtíðina, sigur Hallur.

Góð spøl
Fyri at lýsa hetta spælistaðið kann tað gerast við bert fáum orðum: Hetta skal vera eitt stað, har fólk kunnu koma saman fyri at hugna sær.
Innkomin í spælihøllina er alt gjørt klárt til at hetta endamálið kann fremjast. Har finnast í fyrsta lagi fýra snøgg pool-borð, og inni í einum øðrum høli er eitt fótbóltsspæl, og eitt serstakt spæl, sum teim ungu dáma serliga væl.
Hetta er eitt rættiligt air-hockey spæl, sum í ein ávísan mun minnir um tey vanligu ís-hockey spølini, men har alt verður drivið fram við luft.
Og tað hevur eisini víst seg, at júst hetta spælið er longu vorðið sera væl umtókt millum tey ungu, hóast stutt tíð er fráliðin síðani spælistaðið lat upp.

Ikki lýst
Hallur hevur arbeitt við hesi ætlanini í eina tíð, men avgjørdi so at lata upp týsdagin í farnu viku.
Hann hevði ikki lýst við tí, men hetta serstaka hølið varð skjótt gjørt til prát manna millum ? og serliga millum ungdómin í býnum.
Tá hann so lat upp varð beinanvegin stór undirtøka, og tá Sosialurin prátaði við Hall fríggjadagin í farnu viku, var hann sera fegin um, hvussu nógv fólk longu høvdu verið inni á gólvinum.
Hallur var tí spentur eftir at vita, hvussu undirtøkan fór at verða framyvir ? um hetta bara var eitt upplop, ella um spælistaðið veruliga hevur rakt ein tørv hjá teimum ungu í Fuglafirði.
-Eg satsi ikki uppá annan ungdóm enn tann, sum er her í bygdini. Men øll eru sjálvandi vælkomin higar, sigur hann.

Riggar aðrastaðni
Ein viðkomandi spurningur er tí eisini, hví Hallur er farin undir júst eitt slíkt spælistað í Fuglafirði.
-Hví ikki í Fuglafirði?! Eg meini so við, - her búgva væl omanfyri 1500 fólk. Alt er væl savnað her, og stutt er at fara til øll støðini í býnum.
-Hetta er jú ikki nakað nýtt, og tað sær út til at rigga á øðrum støðum. So hví ikki eisini her?, sigur ein sera bjartskygdur Hallur.
Inni í spælistaðnum er eisini ein lítil kiosk, har til ber at keypa nakað av tí, teimum ungu dáma væl at eta og drekka.

13 til 15 ár
Eitt slíkt spælistað sum hetta vendir sær sjálvandi mest til tey ungu.
Og Hallur hevur eisini lagt merki til, at tað serliga er ein ávísur aldursbólkur sum hevur vitjað spælistaðið.
-Tað eru serliga tey 13 til 15 ára gomlu, sum eru komin her og eisini onkur eldri.
-Alt er sjálvandi so nýtt enn, so tað er trupult at siga, um tað eisini verður soleiðis framyvir, sigur hann.
Hóast tey ungu serliga hava tikið væl ímóti spælistaðnum, so er einki til hindurs fyri hjá eldri ungdómi og øðrum at vitja staðið.


Einki navn
Nýggja spælistaðið í Fuglafirði er so nýtt, at tað enn ikki hevur fingið nakað navn.
Á mannamunni eitur tað bert "Spælistaðið", meðan onkur kallar tað fyri "Grand Floor", eftir handlinum sum áður helt til í bygninginum.
Hallur sigur tó, at navnið Grand Floor ikki beinleiðis sipar til, at her er eitt spælistað, men hann hevur sum so einki ímóti navninum.
-Fyri meg kann tað gott eita so, sigur Hallur.