Poppdrotningin og barnabókin

Madonna hevur ein greiðan moralskan boðskap í síni nýggju barnabók. Øvundsjúka er spill av tí, sigur Madonna, sum í sjey ár hevur granskað Kaballah, sum hon fær íblástur frá

Týdningarmesti lærusetningurin, sum dagsins børn kunnu læra um lívið, er at øll eru knýtt hvør at øðrum onkursvegna. Tað segði Madonna, tá hon helt tíðindafund mánadagin.
? Vit mugu læra at elska og leggja í medmenniskju, óansæð hvat. Vit mugu læra, at okkara tankar, orð og gerðir hava ávirkan á onnur fólk kring okkum. At tað at broyta verðina byrjar við einum tanka, segði Madonna.
Við hesum orðunum vísti hon samstundis, at hon hevur ein greiðan boðskap við sínum fimm barnabókum, ið eru ávegis. Mánadagin kom tann fyrsta í røðini, sum nevnist Ensku rósurnar. Bókin varð løgd fram á tíðindafundi í París, og Sosialurin var á staðnum, av tí at hon eisini kom út á føroyskum sama dag.
Madonna minti staðiliga vælmannaðu tíðindafjøldina á, at tey vóru har fyri at tosa um hennara nýggju bók. Og ikki um alt hitt, sum hon er vorðin kend fyri. Tað eydnaðist bara partvíst, men hon fekk víst, at hon er gløgg og megnar at svara fyri seg.
? Tvær orsøkir eru til, at eg nú skrivi bøkur til børn. Eg havi sjálv tvey børn, og tey eru ein stór íblástrarkelda hjá mær. Harafturat haldi eg tað hava stóran týdning, at býta tað við onnur, sum tú hevur lært. Børn eru opin og sinnað at læra, so eg helt at eg skuldi byrja at býta tað við tey, sum eg havi lært, segði Madonna.
Granskar Kaballah
Til allar fimm barnabøkurnar, sum Madonna hevur skrivað, hevur hon funnið íblásturin úr ortodoksu jødisku trúnni Kaballah, sum hon er farin at granska. Kaballah byggir á eina lívgevandi keldu, sum er Gud, og tað ræður um ikki at missa sambandið við hesa keldu. Fyrsta bókin snýr seg um øvundsjúkuna, sum er ein háttur at missa sambandið.
? Sum barn upplivdi eg sjálv øvund móti øðrum gentum av ymsum orsøkum: Eg var øvundsjúk, at tær høvdu mammur, ella tí tær vóru vakrari ella ríkari enn eg. Tað er ikki, fyrr enn tú gerst vaksin, at tú finnur útav, hvussu stórt spill av tíð slíkar kenslur eru, sigur Madonna, sum nú upplivir øvundina á egnum kroppi.
Hinar bøkurnar snúgva seg millum annað um megina í orðum, at læra ikki at døma onnur, óvissu og girnd.
Sagt hevur verið um Madonnu, at hon hevur bygt sína karrieru á at gera ymiskt óvæntað, uttan hugsa ov nógv um avleiðingarnar. Nú hon hevur børn, ber ikki til at hugsa soleiðis longur, heldur hon.
? Tá tú fært børn, setir tað eina røð av spurningum í gongd, og tú leitar eftir svarum. Eg fann nógv svar, tá eg fór at lesa Kaballah fyri sjey árum síðani. Eg fann útav, at har vóru nógv góð svar upp á allar mínar spurningar og mínar gerðir, góðar og ringar. Eg fann útav týdninginumav , at vit øll eru ein eind, sigur Madonna.
Prinsurin betri enn Potter
Madonna hevur fingið stóra viðurkenning fyri síni mongu avrik. Fyri tónleik, video, film, konsertir og sjónleik. Og ikki minst sum handilskvinna. Nú er talan um heilt annan tátt. Barnabøkurnar eru heilt øðrvísi at arbeiða við, sigur hon, og hon følir eisini eina heilt aðra gleði enn áður, tí hon fær ongar pengar afturfyri.
? Allur peningurin fer til at hjálpa bønrum. Av tí, at eg ikki vinning burturúr og frammanundan visti, at hvørt oyra fóru til at hjálpa børnum, so var eg leysgivin og mín motivatión var hvørki peningalig ella egoistisk fyri fyrstu ferð í lívinum, sigur Madonna.
Sum ein onnur Astrid Lindgren hevur Madonna funnið stóra hjálp hjá dóttrini, tá hon hevur skrivað bókina.
? Hon segði mær, nær hon var keðilig. Hon bað meg fáa genturnar at gera okkurt ávíst, sum henni dámdi serliga væl, og hon hjálpti mær at finna teknarar, sigur Madonna.
Sjálv nevnir hon Alice in Wonderland og Winnie the Pooh, sum tvær av góðu bókunum, hon hevur lisið, men serliga Lítli prinsurin er góður. Betri enn Harry Potter hjá Rowlings, heldur hon.