Poppkorn vunnu hjørtuni hjá føroyingum

Besta nýggja føroyska tónleikananvið á Planet Awards gjørdist gentubólkurin Poppkorn. Bólkurin spældi seg beint inn í hjørtuni á føroyingum, og hóast broytingar í manningini megnaði Poppkorn, at halda støðuna sum tónleika-darlingar nummar 1 í Føroyum.

Besti nýggi bólkur á Planet Awards í januar var gentubólkurin Poppkorn. Væl poleraða popp verkætlanin hjá gomlum hitmakara duoini Kára Jacobsen og Eyðfinni Jensen vann framman fyri so mikið spennandi bólkum sum Lama Sea, Marius, Petur Pólson og The Dreams.
Fløgan hjá Poppkonr hevði longu givið teimum hitt á 15 teimum bestu og hevði funnið sítt natúrliga pláss undir mongum jólatræið.
Men Planetin var við til at gera enn meira vart við navnið Poppkorn. Sjálv vóru Poppkornini ovfarakát um Planetina. Serliga stuttligt var, at fáa planetina frá Johnny Deluxe, segði Lillian m.a. við planet.fo, tá hon kom av pallinum.
Fløgan hjá Poppkorn helt fram við at selja væl og gjørdist ein av best seljandi føroysku fløgunum nakrantíð við ikki færri enn 3.600 seldum eintøkum.
Gleðin og nøgdsemið í Poppkorn helt tó ikki alt árið. Tá summarið nærkaðist, tóku fleiri av limunum eg burturúr bólkinum. Millum hesar var Elin, ið var einasta av poppkornunum í sang umframt oddakvinnuna Lillian. Ístaðin fyri limirnar, ið høvdu tikið seg burtur úr Poppkorn komu limir úr dansibólkinum Black & White Crew upp í bólkin. Hetta gjørdi tó ikki stóran mun fyri heildarupplivingina, tí Lillian er tað, ið ger Poppkorn til tað, sum Poppkorn er.
Eftir nógvar framførslur m.a. á stóru festivalunum varð Poppkorn fyribils lagt á hyllina. Seinasta konsertin var ein væleydnað framførsla í FLAGS teltinum á Summar Festivalinum. Eftir framførsluna segði oddakvinnan Lilian Dalsgarð við Planet.fo, at Poppkorn fór at hava ein steðg í framførslunum, tí at hon fór til Danmarkar á eftirskúla. Men hon lovaði tó, at hetta ikki var tað síðsta, vit fóru at hoyra frá Poppkorn.
- Nei, vit ætla at forseta, og kanska vit koma við nýggjum tilfari. Hann, sum skrivar okkara sangir, býr í Danmark, og upptøkuhølið er eisini har, so tað eru góðar umstøður fyri, at vit kunnu taka nýtt tilfar upp, segði hon.