Poppstjørna skal inn at sita

Bretski poppsangarin Boy George varð í dag dømur í fongsul í 15 mánaðir fyri at hava burturført ein 29 ára gamlan norðmann Einaferð var hann at finna ovast á tónatindunum við sangum sum hesum, men nú skal Boy George, sum var høvuðsmaður í bólkinum Culture Club, í fongsul at sita.

Tað hevur ein rættur í London gjørt av í dag.

Boy George var í desember funnin sekur í at hava burturført ein 29 ára gamlan norskan mann, sum hann hevði eitt forhold til.

Tíðindastovan AP skrivar, at Boy George hevði leinkjað norskan mannin fastin til ein vegg í heiminum hjá sær, men tað eydnaðist norðmanninum at sleppa leysur og rýma.

Poppsangarin segði í rættinum, at hann var illur inn á normannin, tí hann hevði stolið myndir av telduni hjá honum.

Nú hevur rætturin so gjørt av, at Boy George skal í fongsul í 15 mánaðir fyri lógarbrotið.