Alsamt færri vanligir sálmar verða brúktir til jarðarferðir í Onglandi, vísur nýggj kanning.
Samtakið Funeralcare hevur kannað, hvørjir sangir verða brúktir til jarðarferðir í Onglandi, og kanningin vísir, at bert 30 prosent av sangunum eru klassiskir bretskir sálmar. Hinvegin eru nýggjari sangir og poppsangir væl umtóktir.
My Way, sum Frank Sinatra sang, er best umtókti sangurin til jarðarferðir, og ovarliga á listanum eru eisini sangir, sum poppstjørnur sum Robbie Williams og Westlife hava sungið.
Funeralcare hevur gjørt hendan listan yvir best umtóktu poppsangir til jarðarferðir í Onglandi:
1. Frank Sinatra 'My Way'
2. Sarah Brightman/Andrea Bocelli 'Time To Say Goodbye'
3. Bette Midler 'Wind Beneath My Wings'
4. Eva Cassidy 'Over the Rainbow'
5. Robbie Williams 'Angels'
6. Westlife 'You Raise Me Up'
7. Gerry & the Pacemakers 'You'll Never Walk Alone'
8. Vera Lynn 'We'll Meet Again'
9. Celine Dion 'My Heart Will Go On'
10. Nat King Cole 'Unforgettable'
11. Tina Turner 'The Best'
12. Whitney Houston/Dolly Parton 'I Will Always Love You'
13. Monty Python 'Always Look on the Bright Side of Life'
14. Luther Vandross 'Dance With My Father'
15. Louis Armstrong 'Wonderful World'
16. Daniel O'Donnell 'Danny Boy'
17. Eva Cassidy 'Fields of Gold'
18. Righteous Brothers (and various) 'Unchained Melody'
19. Westlife 'Flying Without Wings'
20. Eva Cassidy 'Songbird'