Føroyska dansistaðið í Keypmannahavn, Jacques, er farið undir smærri konserttiltøk. Hetta vikuskiftið syngur Petsi Tvørfoss á dansistaðnum, og um tvær vikur stendur næstan heimskendi Teitur Lassen á skránni.
Seinasta vikuskiftið vóru fremstu føroysku popphjúnini á plakatini, og tað gjørdist eitt gott og hugaligt kvøld á Jacques.
Lena Anderssen gav herfyri nýggja fløgu út, og hon og maðurin, Niclas Johannesen, høvdu leitað sær til Keypmannahavnar fyri at framføra sangir av nýggju fløguni fyri útsetum, og tað var populert.
Nógv fólk hevði leitað sær á Jacques, og tað var eyðsýnt, at her vóru tað ikki bara fólk, sum vóru farin í býin at hugna sær, og so var tað líkamikið, hvør tónleikur ljómaði. Fólk vóru komin at lurta, og tað skapti góðar fortreytir fyri tónleikinum hjá Lenu og Niclasi.
Kustar á lofti
Jacques er eitt dansistað við øllum tí, sum har tilhoyrir, men hóast hetta rigga hølini væl til eitt slíkt intimt konserttiltak. Umstøðurnar við djúpum leðurstólum og hugnaligum umhvørvi eru góðar, og ljóðað var eisini fínt.
Eftir tær stórfingnu útgávukonsertirnar í Føroyum vóru forvætningarnar ikki tær størstu til ein slíka minni konsert, men her var nógv at fara eftir. Eitt var at røddin hjá Lenu og frálíka gittarspælið hjá Niclasi sum vanligt vóru á toppinum, men tey fingu eisini góða hjálp frá Poulsen-brøðrunum, Óla og Hans.
Óli spældi bass, og Hans spældi slagverk. Hann traðkaði á eina tambourine og slóð við kustum, og hetta gjørdi stóran mun fyri ljóðmyndina. Tað var í grundini undrunarvert, hvussu nógv hetta gav tónleikinum afturat.
Spældu egnar sangir
Lena og Niclas spældu fyrst og fremst nýggjar sangir hjá sær sjálvum, og tað var ivaleyst hetta, sum fólk vóru komi at líða á. Sangirnir á nýggju fløguni eru frágera góðir, og talan er ikki bara um smartar popproduktiónir, sum ikki halda til eina akustiska framførslu. Sangirnir eru hinvegin so góðir, at teir hava sítt egna lív ? eisini tá ið teir verða spældir við nøkrum fáum ljóðførum.
Okkurt einstakt coverlag var uppi í rúgvuni av sagnum, sum tey spældu, og skal nakað vera at finnast at, so var tað, at tey ikki spældu fleiri av teirra gomlu sangum, sum nógv fólk kenna væl. Hesir sangir tola væl at verða spældir saman við teimum nýggju sangunum, og fólk høvdu uttan iva viljað hoyrt onkrar av teimum góðu, gomlu sangunum hjá teimum.
Samanumtikið eitt gott og hugnaligt konserttiltak, sum uttan iva gevur eigarunum av Jacques blóð á tánna til fleiri slík tiltøk frameftir.