Nakað fyri klokkan 20 var stórur spenningur í skúlanum í Porkeri, sum í dag er valhøli. Fleiri nýggj andlit skulu mynda komandi bygdaráðið, tí fleiri av sitandi limum ikki eru uppstillaði aftur.
Nógv fólk var í hølunum, umframt valstýrisnevndina, og har var bæði gott sitipláss, og kaffi og køka at fáa.
Við valstýrisborðið sótu Eilin Hovgaard, valstýrisforkvinnna, og Magnus Hansen og Mannbjørn Olsen.
Har var sagt, at valluttøkan um 19:30 tíðina var 93,4%.
##med2##
Ingi Olsen er uppstillaður og vónar at koma inn. Hann hevur verið varamaður og hevur verið á nøkrum fundum, tí Emily Poulsen andaðist fyrr í ár.
##med3##
##med4##