Porkerisgrót og Vegakervið

Vit kunnu ikki halda fram at venda blinda eygað til, meðan alt viðlíkahaldið av vegum og brúmum bara verður skumpað framman fyri okkum.

 

Eg tosaði við abba mín fyri nøkrum døgum síðani, og eftirfylgjandi havi eg tosað við fakfólk á økinum. Tað er ein sannroynd, at grótið í Porkeri er heimsins besta grót. Vit hava havnir í Vági og á Tvøroyri, sum rúma stórum skipum, ið kundu ført hetta grótið har, tað er brúk fyri tí. Nóg mikið er til av gróti, og hartil er góðskan sera góð.

 

Góðskan á grótinum og samanbindingin við bitumeni í asfaltinum gera, at góðskan og tættleikin verða munandi betri, og harvið verða asfaltflaturnar betur vardar fyri vætu og frosti og fara at hava munandi longri livitíð.

 

Mær er eisini fortalt, at grótið í Porkeri er væl egna til at stoypa við. Spurningurin er bara at hava røttu knúsiútgerðina og møguleikar at vaska skervin og so framvegis.

 

Við at seta X við Rúnu 26. mars kanst tú líta á, at viðlíkahaldið á vegakervinum verður raðfest.

 

 

 

Vel Rúnu Wenningsted Hansen

 

Vel Fólkaflokkin