PORNOGRAFILÓGIN. Porno er svínarí, siga tey afturhaldssinnaðu. Forboðið elvir til lógarbrot, halda tey frílyntu. Ósemjan er framvegis stór um pornografiina, sum hevur verið bannað við lóg í 70 ár
Høgni Mohr
Dánjal Højgaard
Føroyar hava eina ta strangastu lógina móti pornografi í okkara parti av heiminum. Tá ið porno gjørdist frítt í Danmark seinast í 60-unum stóðu Føroyar eftir við eini strangari forboðsparagraff, sum stavar frá 1930. Talan er um grein 234 í borgarligu revsilógini, sum setir forboð fyri at almannakunngerða og spreiða út pornografiskt tilfar.
Tað er ein sannroynd, at hugburðurin til kynslívið er nógv broyttur seinastu 70 árini. Samstundis er tað ein royndur lutur, at fólk hava fingið óavmarkaðað atgongd til alskyns pornografiskt tilfar - í sjónvarpi og á alneti. Spurningurin er tí, um tíðin er farin frá gamla forboðnum.
Rullandi redaktiónin hjá Sosialinum hevur verið í Eysturoynni og Streymoynni og spurt kiosk- og handilsfólk, hvat tey halda um tað 70 ára gamla forboðið móti pornografi.
Lesið miðsíðurnar