Portørar mist møguleikan at fáa ein góðan sáttmála

Havnar Arbeiðsmannafelag ætlar sær ikki nú at samráðast saman við Starvsmannafelagnum um nýggjan sáttmála fyri portørarnar, men Hans Joensen, formaður, átalar framferðina í málinum

- Sum støðan er nú, eru vit ikki sinnaðir at samráðast saman við Starvsmannafelagnum um nýggjan sáttmála fyri portørarnar.

Tað sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag.

Sum tað sæst í aðrari grein her í blaðnum, vísur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, á, at tey høvdu lagt upp til at samráðst við fíggjarmálaráðið um ein nýggjan portør sáttmála, saman við Havnar Arbeiðsmannafelag.


Noktaðu

Men Hans Joensen ivast stórliga í, hvussu heilhjartað Starvsmannafelagið og fíggjarmálaráðið vilja hava Havnar Arbeiðsmannafelelag upp í.

- Veruleikin er, at vit hava bara eina einastu ferð fingið fundarboð um portørsáttmálan. Men tann fundin bar ikki til at møta, tí hann skuldi vera samstundis sum arbeiðsgevarar høvdu kallað øll arbeiðarafeløgini á fund at tosa um at strika lønarhækkingina, sum skuldi vera 1. mai.

- Tí bóðu vit um útsetilsi, men tað var kortanei- og síðani hava vit ongantíð fingið fundarboð.

Hetta heldur Hans Joensen lítið um, tí hann sigur, at Havnar Arbeiðsmannafelag gekk við til at útseta nógvar fundir fyri at sleppa undan at verkfalli, tí tað hevði Starvsmannafelagið hótt við, varð sáttmáli gjørdur við Havnar Arbeiðsmannafelag um portørarnar.

- Fyri at sleppa undan eini keðiligari støðu, gingu vit við til fleiri útsetilsi, men fyrstu ferð, vit bóðu um tað, varð tað noktað.


Mist møguleikan

Og nú sigur hann, at Havnar Arbeiðsmannafelag er ikki sinnað at fara í nakrar samráðingar.

Merkir hetta, at tit hava uppgivið tað fakøki, sum eitur portørarnar og hava latið tað yvir til Starvsmannafelagið?

- Tað er ikki so nógv hjá okkum at gera, tí tað vísir seg, at allir partar, eisini fakfeløg, hava góðtikið, at tað skal bera til hjá einum fakfelag at nápa eitt øki frá einum øðrum felag, sigur Hans Joensen.

Men hann heldur eisini, at nú hava portørarnar mist møguleikan at fáa ein góðan sáttmála, tí nú hava samráðingarnar drigið so langt út í kreppuna.

Hann heldur, at hevði Havnar Arbeiðsmannafelag fingið frið at samráðst, hevði borið til at fingið ein góðan sáttmála tí nú eru eini tvey ár síðani, at samráðingarnar byrjaðu og tey tøl, sum lógu á borðinum tá, eru onnur tøl enn tað er hugsandi, at tey arbeiða við nú. Men tað kom stígur í, tí Starvsmannafelagið hótti við verkfalli og tað støðu vildi Arbeiðsmannafelagið ikki koma samfelagnum í.

Tí gekk felagið við til útsetilsi eftir útsetilisi og nú heldur hann, at sum tíðirnar eru nú, fer valla at bera til at fáa ein so góðan sáttmála, sum tað annars lá í kortunum.