Portørar ávara móti privatisering

Enn einaferð er ætlanin at skerja Eysturoy og Nor--Streymoy við sjúkrabilinum, hetta kemur at raka gomul, veik og sjúk. Og eisini tá so mangan brúk er fyri skjótari hjálp, tá vanlukkan rakar.

Í øðrum londum hugsast um, at hava snarhjálp so nær borgarunum sum gjørligt, tí at ofta telur hvør minuttur, bæði fyri lív og førleika, men her hugsast um pengar.

Ætlanin er, at privatisera tænastuna fyri at spara pening, hetta førur við sær, at sjúkrabilurin verður longri frá borgarunum, t.v.s. verri tænasta.

Nei, eysturoyingar og norðstreymoyingar, latið okkum standa saman við okkara sjálvsagda rætti, um trygd fyri okkum, gomul sum ung, nátt og dag.

Vit undirritaðu, sum starvast í tænastuni, heita á tygum, um at gera tygara til, at hetta ikki verður framt.