Portalurin skjótt liðugur

Hóast trupulleikar hava verið, og neyðugt hevur verið eitt nú at flyta portalin, sum vit síggja á hesi myndini, hevur verkætlanin gingið avbera væl.

Tað var hin 18. mars í ár, at seinasta arbeiðstøka í sambandi við Viðareiðistunnilin kom til høldar, og tað var El-Service av Skála, sum átti lægsta boð og fekk arbeiðið. Arbeiðstøkan var upp á ljós og trygdarútgerð í tunlinum.

 

Viðareiðistunnilin verður klárur at koyra ígjøgnum longu í summar - ella eitt heilt ár fyri upprunaligu ætlanina. Soleiðis verður ikki neyðugt hjá íbúgvunum á Viðareiði at stúra fyri næsta vetri eftir Viðareiðisvegnum.

 

Sagt verður um arbeiðið við nýggju viðareiðisfarleiðini, at verkætlanin hevur gingið avbera væl - og so væl, at tunnilin kann takast í nýtslu longu í summar.

 

Nýggja farleiðin til og av Viðareiði fevnir um ein umleið 1.950  metrar langan tunnil við portalum. Men, hóast verkætlanin hevur gingið væl, hava snávingarsteinar kortini verið á vegnum. Lendisviðurskiftini við tunnilsmunnarnar hava verið trupul.

 

Neyðugt hevur soleiðis verið at flyta tunnilsmunnan Hvannasunds-megin, sum vit síggja her á myndini, men við góðum samstarvi við arbeiðstakararnar fæst her ein tunnil, sum lýkur øll krøv, eins og kostnaðarætlanin heldur.

 

Høvuðsarbeiðstakari er Í/F Viðareiðistunnilin, sum er eitt samtak millum føroyska Articon og norska LNS, og samlaði fíggjarkarmurin hjá løgtinginum fyri nýggju farleiðina til Viðareiðis er 162 miljónir krónur.