Tað var ikki fyrr enn klokkan 07.40 - ella 55 minuttir seinkaður - at Teistin loysti. Her er skipið komið út á Pollin. Tíbetur fyri ferðafólkini var bussur hjá Bygdaleiðum á Gomlurætt, tá skipið legði at.

Portrið í Skopun seinkaði Teistanum

Teistin, sum sambært ferðaætlanini skuldi loysa á fyrsta túri í Skopun í morgun klokkan 06.45, loysti ikki fyrr enn klokkan 07.40.

Tað var ikki fyrr enn klokkan 07.40 - ella 55 minuttir seinkaður - at Teistin loysti. Her er skipið komið út á Pollin. Tíbetur fyri ferðafólkini var bussur hjá Bygdaleiðum á Gomlurætt, tá skipið legði at.

Ávísar seinkingar hava verið á farleiðini um Skopunarfjørð tíðliga í morgun. Tá Teistin skuldi loysa á fyrsta túri í morgun klokkan 06.45, fekst portrið í Skopunar havn ikki upp.

Slíkt er hent onkuntíð áður, og í morgun hendi tað so aftur.

Tað var ikki fyrr enn klokkan 07.40 - ella 55 minuttir seinkaður - at Teistin loysti í Skopun. Hóast nógv seinkaður, var bussur hjá Bygdaleiðum á Gomlurætt, tá fólk komu úr land.

Hetta kom væl við hjá teimum, sum taka bussin til Havnar.

Sambært ferðaætlanini skuldi Teistin fara úr Skopun aftur á øðrum túrin klokkan 08.10 í morgun, men hesin túrur er eisini forskotin, tá fyrsti túrur gjørdist so drúgvur.

Í seinastu viku vóru fleiri avlýsingar á farleiðini um Skopunarfjørð.

Hann var lágur í ættini tað mesta av vikuni og seinnapartar, tá tað fór at reka upp í ættina, gjørdust líkindini vánalig, og nakrir seinnapartstúrar vórðu avlýstir.

Síðan varð siglt aftur, tá leið út á kvøldið.