Portugal er í hálvfinaluni

Brotssparkskapping var avgerandi, eftir at tað enn einaferð endaði javnt eftir longda leiktíð

Tað tók sína tíð, men tað endaði, sum tað varð roknað við. Portugal sendi Pólland úr EM endaspælinum, og harvið eru Ronaldo og hansara menn klárir at spæla hálvfinalu mikudagin í næstu viku. Hvørjum hálvfinalan verður ímóti, fæst at vita í annaðkvøld, tá ið Wales og Belgia fara at spæla fjórðingsfinalu.

 

Eftir vanliga leiktíð og longda leiktíð vísti máltalvan 1-1. Fyrri hálvleikur í vanligu leiktíðini var undirhaldandi. Tað komst av, at Pólland longu í øðrum minutti legði seg framum við máli, sum liðformaðurin og málrevurin Robert Lewandowski skoraði.

 

Portugal legði alt meiri fyri í royndini at javna, og tað eydnaðist, tá ið stórur hálvur tími var farin. Átjan ára gamli Renato Sanches, sum er liðfelagi hjá Robert Lewandowski í Bayern München smekkaði til av brotsteigarmarkinum, og bólturin streyk í málið.

 

So varð tað sum so mangan. Størri dentur varð lagdur á at varðveita javnleikin enn á at spæla fyri at vinna. Soleiðis var tað í seinna hálvleiki, og soleiðis var tað í longdu leiktíðini. Tí var neyðugt við brotssparkskapping, og tá var Portugal omaná.

 

Jakub Blaszczykowski var einasti maður, sum misnýtti í kappingini úr ellivu metrum. Hann sendi bóltin til høgru fyri seg sjálvan, og portugisiski málverjin tveitti seg og bjargaði.

 

Hesin sami Jakub Blaszczykowski segði annars fyri uefa.com, at hann og liðfelagarnir vóru púra tryggir í brotssparkskapping:

 

-Í hvørjari venjing royna vit allir tríggjar ella fýra ferðir av brotssparksblettinum. Tað vísti seg at vera góð íløga, tá ið vit vóru í brotssparkskapping ímóti Sveis, segði hann.

 

Og í kvøld var tað júst hann, sum misnýtti brotssparkið, ið var avgerandi fyri, at hann og liðfelagarnir nú fara til hús, meðan Ronaldo og hansara menn halda fram í Fraklandi, har teir mikukvøldið skulu spæla hálvfinalu.

 

Higartil hevur Portugal ikki vunnið í vanligari leiktíð.

 

Í bólkaspælinum endaði tað tríggjar ferðir javnt: 1-1 ímóti Íslandi, 0-0 ímóti Eysturríki og 3-3 ímóti Ungarn.

 

Í áttandapartsfinaluni vann Portugal 1-0 ímóti Kroatia eftir longda leiktíð.

Og í kvøld var støðan 1-1 eftir longda leiktíð.

 

Pólland-Portugal 4-6

EM fjórðingsfinala

1-0: Robert Lewandowski 2.

1-1: Renato Sanches 33.

Brotssparkskapping

1-2: Cristiano Ronaldo

2-2: Robert Lewandowski

2-3: Renato Sanches

3-3: Arkadiusz Milik

3-4: Joao Moutinho

4-4: Kamil Glik

4-5: Nani

Jakub Blaszczykowski misnýtir

4-6: Ricardo Quaresma