Fyri fyrstu ferð í tíggju ár varð ársroknskapurin hjá Sands kommunu einmælt samtyktur á bygdarráðsfundi í vikuni.
Roknskapurin fyri 2015 vísir eitt rakstraravlop á 5,7 miljónir krónur, hóast skattatrýstið lækkaði við 0,5 prosentum í nevnda fíggjarári.
Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, sigur, at ognin hjá kommununi í 2015 vaks úr 4,4 upp í 9,2 miljónir krónur, og bruttoskuldin er nú 15,2 miljónir krónur.
- Nettoskuldin er 6,002 miljónir krónur, sum er minni enn ein hálv álíkning, tá ein álíkning hjá Sands kommunu liggur um 13,3 miljónir krónur.
Borgarstjórin vísir á, at í hesum tali er ognin hjá kommununi hjá Meginskúlasamstarvinum og Barnaverndarsamstarvinum ikki tald við.
- Aftur í ár hava vit lækkað kommunuskattin við hálvum prosenti, men hóast hetta er persónsskatturin higartil í ár meira enn 10 prosent hægri, enn skattainntøkurnar vóru somu tíð í fjør.
Brandur Sandoy sigur, at Sands kommuna fegnast um positivu gongina og vónar, at hon fer at halda fram.