Positivt at norskir línubátar eru burtur

Seinastu tíðina hava vit hoyrt um fleiri góðar línutúrar, bæði eystan fyri á djúpum vatni, har skipini serliga hava fingið longu og brosmu, innari á grynri vatn, har mest hevur verið av toski og hýsu - og eisini á Rygginum, har skipini eitt nú hava fingið tosk, svartkalva og blálongu.

Línumenn fegnast um, at veiðan er batnað munandi, og teir vóna, at gongdin fer at halda fram.

- Vit hava í seinastuni sæð fleiri landingar, har skip hava gjørt góðar túrar, og eisini í hesi vikuni verða eisini landingar, har línuskip hava upp ímóti 150.000 pundum, sum er rættiliga góð línuveiða í føroyskum sjógvi.

Men hvør er so orsøkin til, at línuveiðan í føroyskum sjógvi aftur er farin at roynast?

- Í fyrsta lagi er líkt til, at umstøðurnar hjá fiskinum sum heild eru betri, og í aðrar mátar er ikki óhugsandi, at tað hevur havt sín týdning, at eingin norsk línuveiða hevur verið í føroyskum sjógvi seinastu tvey árini, tí eingin fiskiveiðisáttmáli er landanna millum.

Reiðari, sum Portalurin hevur tosað við, sigur, at ivaleyst vil onkur siga, at norðmenn hava havt lítla línuveiði í føroyskum sjógvi seinnu árini, tí Barrentshavið hevur givið so nógv.

- Nakað kann vera um tað, men kortini skerst ikki burtur, at minkandi norska royndin á djúpum vatni undir Føroyum helst hevur havt positiva ávirkan á eitt nú brosmu og longustovnin.

Lagt verður aftrat, at tá norska línuveiðan undir Føroyum var størst, vóru fleiri norskir línubátar á djúpum vatni undir Føroyum.

- Vit ivast onga løtu í, at tað hevur havt sín týdning fyri eitt nú brosmu-og longustovnin undir Føroyum, at norskir línubátar ikki fiska her ongur.

Reiðarin vísir á, at fyri føroyska línuveiði og línuskipaflotan er tað bara positivt, at Føroyar og Noreg onga sínámillum fiskiveiðiavtalu hava.

Myndin av Kambi er tilvildarlig.