Starvsfelagið: Posta burturvísti av órættum

Starvsfelagið hevur vunnið eitt rættarmál ímóti Posta um burturvísing av órættum vegna lim felagsins

Posta skal eftir dóminum gjalda fyrrverandi starvsfólkinum 252.000 krónur umframt rentu, og Posta skal gjalda Starvsfelagnum góðar 27.000 krónur í sakarkostnaði, umframt egnan sakarkostnað.

 

Málið snýr seg um ein mann, sum hevði arbeitt sum postboð í meira enn 30 ár. Fyrst í oktober 2020 helt leiðari hansara seg hava prógv fyri, at maðurin hevði snýtt Posta.

 

– Hann varð burturvístur, sum merkir, at Posta segði hann upp “upp á standandi fót” vegna grovt mishald av tænastuni. Hann fekk tí hvørki uppsagnartíð ella uppsagnarløn. Maðurin var ongantíð hoyrdur um tey faktisku viðurskifti, sum leiðarin legði til grund fyri burturvísingini, fortelur Starvsfelagið.

 

– Maðurin fór til Starvsfelagið, sum hansara vegna stevndi eftir endurgjaldi fyri burturvísing av órættum. Nærum eitt ár seinni er dómur sagdur í málinum, sum staðfestir, at maðurin í fullan mun hevur røkt sítt arbeiði og ikki hevur snýtt Posta.

 

Vit hava spurt Posta um viðmerking, men stjórin hevur onga viðmerking, tí talan er um eitt persónsmál.