Posta er jú “bara brøv og pitsa,” – Nei, tað er Posta ikki

Í Breddanum 31. mai luttóku millum onnur Bjørt Samuelsen og Hendrik Old. Eyðsýnt var, at hesi bæði ikki hava sett seg inn í virksemi hjá Posta. Viðmerkingar sum “tey bera bara brøv og koyra nakrar pitsur út” vístu ikki bara manglandi vitan um virksemi hjá Posta, men eisini manglandi virðing fyri Posta og teimum nógvu starvsfólkunum, sum arbeiða her. Hetta kann eg sum stjóri á Posta ikki lata fara framvið uttan viðmerking.

 

Posta er ein flutningsfyritøka, sum eisini ber post út. Vit átaka okkum flutning av allari vøru – bæði brøvum, pakkum, plattum, bingjuflutningi og stórflutningi her í Føroyum og úti í heimi. Í 2021 var postvirksemi einsamalt 46 prosent av samlaðu søluni hjá Posta, meðan 54 prosent var virksemi í fríari kapping. Um Posta einans var postur, hevði sølan verið 58 mió. krónur. Í fjør rindaði Posta 59,5 mió. krónur í lønum av einari samlaðari sølu á 127 mió. krónur.

 

Seinastu árini hevur Posta vaksið munandi um fraktpartin av virkseminum. Millum annað flutti Posta herfyri 44 bingjur við frystivøru til Kina í beinharðari kapping við stóru flutningsfeløgini í norðurhøvum.

 

Í staðin fyri at niðurgera virksemi hjá Posta áttu politikarar at verið ernir av, at tað er eydnast at hava lønsemi í Posta. Posta hevði negativt rakstrarúrslit árini 2007-2011. Síðan 2012 hevur rakstrarúrslitið verið positivt og samlað oman fyri 100 mió. krónur til nú.

 

At samanbera Posta við almennar stovnar sum Almannaverkið og Landssjúkrahúsið er somuleiðis undranarvert. Hesi hava fasta játtan á fíggjarlógini og fastar karmar at virka innanfyri, meðan Posta hinvegin er eitt partafelag í fríari kapping.

 

Posta er ikki ‘bara brøv og pitsa’. Setið tykkum inn í virksemið, og havið virðing fyri arbeiðnum hjá teimum 120 fulltíðari starvsfólkunum á Posta.

 

Vinarliga

 

Joel undir Leitinum, stjóri á Posta