Posta gevur fýra nýggj frímerki út í dag, har av tvey hava við fólkaræði at gera.
Tað fyrra er ein endurgeving av kenda ritinum Magna Carta, ið varð undirskrivað í 1215. Hetta var ein avtala millum Jóhan, Kong av Onglandi og nakrar uppreistrarsinnaðar barónar. Avtalan tryggjaði barónunum millum annað økta rættartrygd, og mong meta, at Manga Carta legði lunnar undir framvøksturin av fólkaræði í Onglandi komandi øldirnar.
Seinna frímerki vísir til, at føroyskar kvinnur hava havt valrætt í 100 ár. Tað var í 1915, at danska grundlógin varð endurskoðað og valrættur varð givin kvinnum eisini. Árið eftir broytti Løgtingið løgtingslógina og í 1918 vóru føroyskar kvinnur fyrstu ferð á løgtingsvali. Føroysku kvinnurnar høvdu tó verið á vali undan hesum. Tað var í sambandi við fólkaatkvøðuna um rúsdrekka í 1907.
Triðja nýggja frímerki er av nýggja terminalinum á Vága Floghavn, meðan fjórða frímerki minnist ferðina hjá George Clayton Atkinson til Føroya við skipinum Peggy í 1833. Tey fáu ferðandi vit finna í 18. øld og í byrjanini av 19. øld, løgdu nærum ongar tekningar og málningar eftir seg, tí er ferðin hjá Clayton Atkinson eitt høvuðsverk innan topografi, og serliga myndirnar eru forkunnugar.