Posta herjar á í morgin

Gongst eftir ætlan, verður posturin, sum skuldi berast út í dag, borin út tíðliga í morgin

Nógvi kavin kring landið bar í dga við sær, at Posta ikki hevði nakra útbering, so sum tey annars hava mánadag.

 

Nú verður sagt á Posta, at ein roynd verðr gjørd í morgin.

 

- Stóra avbjóðingin hevur verið, at hóast høvuðsvegir verða grivnir, so er ikki framkomandi á síðugøtum fleiri staðni kring landið, og tí varð øll útbering í dag avblást. Nú røkist fyri, at tað er betur framkomandi í morgin, so tá ætla vit, at útberingin verður gjøgnumførd, sigur Rókur Jákupsson Jakobsen, sum er marknaðarleiðari hjá Posta.