Árligu jólamerkini hjá Posta eru nú komin á marknaðin. Í ár avmynda tey eitt kavaklætt landslag við vættrum, ið spæla í kavanum Tað er Janus á Húsagarði sum hevur teknað jólamerkið 2010. Myndirnar frá hesum serstøku jólamerkjunum prýða somuleiðis jólakortini í ár.
Avlopið av søluni av teimum fer óskert í jólamerkjagrunninum, sum ger eitt stórt arbeiði fyri børn og ung í Føroyum.
Men Posta gevur meiri út enn hetta. Aftur í ár verða jólaeinglarnir hjá Astid Andreasen at fáa. Teir eru úr messingi og lagdir við 24 karat gulli.
Eins og vanligt eru eisini ársmappan og árbókin at fáa. Árbókin lýsir við greinum og myndum allar útgávurnar í árinum.